Razak dagsins maður móti EB/Streymi

Razak dagsins maður móti EB/Streymi

Mánadagin leikti NSÍ 2-2 javnleik móti EB/streymi við Margáir. Dysturin var sera spennandi, og tvær ferðir megnaðu okkara menn at koma aftur í aftur, eftir at EB/Streymur hevði lagt seg á odda á heimavølli. Dysturin var vælspældur og ferðmikil. Síðani dystin hava tit atkvøtt um dagsins mann. 184 atkvøður vórðu givnar íalt. Greiði vinnarin hesa…

Frá Skipanesi til Æðuvíkar: Runavík og Æðuvík í semifinaluna
|

Frá Skipanesi til Æðuvíkar: Runavík og Æðuvík í semifinaluna

Hóskvøldið varð skipað fyri seinna innleiðandi umfari av spurnarkappingini frá Skipanesi til Æðuvíkar. Karmarnir í Løkshøll vóru sum altíð frálíkir. Aftrat spurnarkappingini vóru føstu innsløgini: frálíkar tónleikaframførðslur frá tónleikabreytini í 9. flokki, serútgávur av Vespureiðrinum – gestirnir hetta kvøldið vóru Harry Knudsen og Durita Joensen og Bjarki Danielsen og Sølvi Reinert Hansen – og drekkamunnur…

Nevndin umskipað seg
|

Nevndin umskipað seg

Starvsnevndin í NSÍ hevur á fundi fyrrakvøldið skipað seg av nýggjum við Ragnhild Knudsen sum forkvinnu. Ragnhild varð vald inn í nevndina á aðalfundinum í februar, og sat áðrenn sum varalimur í nevndini eins og hon hevur verið virkin í virksemi felagsins í fleiri ár. Sølvi Reinert Hansen, sum hevur verið formaður síðani februar 2010,…

Dystaryvirlit vika 17/18

Dystaryvirlit vika 17/18

Niðanfyri er yvirlit fyri heima og útidystir í hesi vikuni og fyrst í næstu viku. Heimadystir: 15.00 1. deild menn NSÍ – VÍK Sunnudagin 1/5 19.30 Unglingar NSÍ – HB Mánadagin 2/5 18.00 Vodafone NSÍ – EB/Str    (Steypakapping) ¼ finala Mikudagin 4/5 17.00 3  deild menn NSÍ a – FC Suðuroy Leygardagin 30/4 Runavík 15.00…

Annað umfar av “Av Skipanesi til Æðuvíkar” í Løkshøll Hóskvøldið kl. 20.00
|

Annað umfar av “Av Skipanesi til Æðuvíkar” í Løkshøll Hóskvøldið kl. 20.00

Hóskvøldið 28. apríl verður annað umfar av trimum í festligu spurnarkappingini ”Av Skipanesi til Æðuvíkar”. Fyrsta umfar var skírishósdag, og var tað sera væleydnað. Úrslitið var, at Glyvrar og Saltangará svaraðu seg víðari til hálvfinaluna, sum verður hóskvøldið 5. mai í Løkshøll í Runavík. Teir báðir vertirnir, Jonhard Hansen og John Andersen, leiddu á sín…

Væleydnaður dagur hjá børnum undir skúlaaldur

Væleydnaður dagur hjá børnum undir skúlaaldur

Ì fagrasta veðri, var fyrsti venjingardagur hjá gentum og dreingjum undir skúlaaldri í dag. Umleið 40 børn saman við foreldrum høvdu leitað sær á vøllin við Løkin. Børnini hugnaðu sær óført saman við sínum javnaldrum. Tey fingu høvið at heilsa uppá fleiri av okkara Vodafoneleikarum og at síggja hvat hesir duga. Vodafoneleikararnir hava einaferð verið í…

Gott liðavrik í javnleiki: EB/Streymur-NSI 2-2

Gott liðavrik í javnleiki: EB/Streymur-NSI 2-2

Dystirnir millum EB/Streymur  og NSÍ plaga vanliga at vera javnir, vælleiktir og spennandi. Tað sama kann sigast um dagsins dyst. Dysturin endaði við javnleiki 2-2, eftir at hálvleiksstøðan var 1-1. Hampulig fótbóltslíkindi vóru við Margáir, tá ið  EB/Streymur og NSÍ møttust seinnapartin kl. 17.00 . Eitt frískt lot lá longs eftir vøllinum, men turt var…

EB/Streymur-NSÍ við Margáir kl. 17

EB/Streymur-NSÍ við Margáir kl. 17

Í dag, sjálvan Flaggdagin, kl. 17, dystast EB/streymur og NSÍ við Margáir. Talan er uttan iva um størstu avbjóðingina hjá okkum í ár higartil. EB/Streymur hevur vunnið allar tríggjar landskappingardystirnar, teir hava spælt, móti Víkingi, ÍF og 07 Vestur, umframt dystin í steypakapingini móti B36. Við einum sera sterkum hópi eru teir av nógvum longu…

Christian Høgni dagsins maður móti B68

Christian Høgni dagsins maður móti B68

Síðani spennandi og tøttu grannauppgerðina móti B68 við Løkin seinasta mikukvøld hava tit havt høvi at velja dagsins mann. Kappingin hevur verið hørð, serliga millum Christian Høgna og Razak. Nú, tá avtornaði, er bert ein atkvøða á muni millum teir báðar. Tit hava sostatt valt einsamalla málskjúttan í dystinum, liðskiparan og undangongumannin, Christian Høgna Jacobsen…