|

Frá Skipanesi til Æðuvíkar: Runavík og Æðuvík í semifinaluna

Hóskvøldið varð skipað fyri seinna innleiðandi umfari av spurnarkappingini frá Skipanesi til Æðuvíkar.

Karmarnir í Løkshøll vóru sum altíð frálíkir. Aftrat spurnarkappingini vóru føstu innsløgini: frálíkar tónleikaframførðslur frá tónleikabreytini í 9. flokki, serútgávur av Vespureiðrinum – gestirnir hetta kvøldið vóru Harry Knudsen og Durita Joensen og Bjarki Danielsen og Sølvi Reinert Hansen – og drekkamunnur frá piltunum. Hesaferð bar eisini til at síggja eina forvitnisliga myndaframsýning um søguna hjá NSÍ í gongdini uttanfyri Løkshøll.

Fyrsti dysturin var millum Søldarfjørð (Ragnar Olsen og Hans Marius í Byrgi) og Æðuvík (Anna Olsen og Allan Hansen). Søldarfjøður legði bragdliga fyri, men Æðuvík endaði við at vinna við hægsta stigatalinum í kappingini higartil. Úrslitið var 20-18 til Æðuvík.

Í seinna dystinum kappaðust Runavík (Sunnleif Højgaard og Eyðun Gaardbo) og Rituvík (Helgi L. Petersen og Jónsvein Olsen). Her legði Runavíkin betri frá landi, men sum fráleið kom Rituvíkin aftur í aftur, og endaði tað javnt, tá saman um kom. Tí mátti avgerðin fella við einum truplum árstalsspurningi um, nær Bjarni Blikk lat smiðjuna upp á fyrsta sinni. Liðið úr Runavík var nærri og vann sostatt 19-18.

At enda var lutakast um, hvørjar bygdir skulu møtast í semifinalunum, sum verða hóskvøldið 5. mai í tí stóra finalutiltakinum í Løkshøll.

Fyrra semifinala
Saltangará móti Runavík

Seinna semifinala
Æðuvík móti Glvyrum

Nógv hevur verið lagt fyri við at skapa og framføra sangir til spurnarkappingina. Vit hava fingið hendur á sera forvitnisligum óalmennum videoupptøkum av framførslunum hóskvøldið, og verða hesar lagdur út í næstum.

Men fyribils eru nakrar myndir frá tiltakinum niðanfyri.
[nggallery id=132]

Líknandi tíðindi