Betri-liðini | Felagið

Nevndin umskipað seg

Starvsnevndin í NSÍ hevur á fundi fyrrakvøldið skipað seg av nýggjum við Ragnhild Knudsen sum forkvinnu. Ragnhild varð vald inn í nevndina á aðalfundinum í februar, og sat áðrenn sum varalimur í nevndini eins og hon hevur verið virkin í virksemi felagsins í fleiri ár.

Sølvi Reinert Hansen, sum hevur verið formaður síðani februar 2010, hevur tikið seg úr nevndini í NSÍ í samband við, at hann í næstum byrjar í nýggjum starvi sum mentanarleiðari hjá Runavíkar Kommunu.

Tey, ið manna nevndina hjá NSÍ, eru sostatt: Ragnhild Knudsen forkv., Árni Midjord næstform., Tanja Huneck kassam., Jóna Kristiansen og Kinna Olsen.

Líknandi tíðindi