EB/Streymur-NSÍ við Margáir kl. 17

Í dag, sjálvan Flaggdagin, kl. 17, dystast EB/streymur og NSÍ við Margáir.

Talan er uttan iva um størstu avbjóðingina hjá okkum í ár higartil. EB/Streymur hevur vunnið allar tríggjar landskappingardystirnar, teir hava spælt, móti Víkingi, ÍF og 07 Vestur, umframt dystin í steypakapingini móti B36.

Við einum sera sterkum hópi eru teir av nógvum longu eftir trý umfør útróptir føroyameistarar. Spurningurin er bara, um nakar megnar at seinka teimum á vegnum móti meistaraheitinum.

Vit koma at møta EB/Streymi tvær ferðir innan stutta tíð. Í dag spæla vit í landskappingini í Streymnesi, og um góðar tvær vikur møtast vit aftur í kappingini um Løgmanssteypið, mikudagin 4. mai við Løkin. Tað hevur tí stóran týdning fyri bæði liðini at fáa mentala yvirtakið.

Seinasta ár taptu vit við Margáir í fyrsta umfari av steypakappingini, sum EB/Streymur seinni vann. Í Vodafonekappingini vunnu vit 2-1 á heimavølli í góða stimanum í fyrru hálvu. Hinir báðir dystirnir, ið vórðu leiktir við stuttum millumbili endaðu javnir.

Tað er greitt, at tað sum riggar best hjá okkum, er at spæla okkara álopskenda spæl – og so mugu vit síggja, hvussu langt tað ber.

Spennandi verður í øllum førum at síggja, hvussu okkara dreingir roynast í dag. Vónandi verða nógvir NSÍ-fjepparar at síggja í Streymnesi.

Líknandi tíðindi