|

Annað umfar av “Av Skipanesi til Æðuvíkar” í Løkshøll Hóskvøldið kl. 20.00

Hóskvøldið 28. apríl verður annað umfar av trimum í festligu spurnarkappingini ”Av Skipanesi til Æðuvíkar”.

Fyrsta umfar var skírishósdag, og var tað sera væleydnað. Úrslitið var, at Glyvrar og Saltangará svaraðu seg víðari til hálvfinaluna, sum verður hóskvøldið 5. mai í Løkshøll í Runavík.

Teir báðir vertirnir, Jonhard Hansen og John Andersen, leiddu á sín serliga og festliga hátt teir 8 væl upplagdu luttakararnar gjøgnum spurningarnar. Hæddarpunktini vóru, tá alternativu uppgávurnar komu fyri. Øll liðini valdu at syngja onkran sang. Tann mest sermerkti sangurin var tann hjá lambamonnum. Teir høvdu fingið ein av bygdamonnunum at yrkja ein NSÍ sang, sum teir so framførdu.

Í steðgunum fingu vit ein smakk av songevnunum hjá komandi ættarliðnum, tá genturnar í 9. flokki hjá Jóhan Mortensen sungu 2 sangir. Eisini fingu vit ein brellbita av Vespureiðrinum, tá vertirnir fingu fólk á gátt.

Nú hóskvøldið verður aftur møguleiki at uppliva ”Av Skipanesi til Æðuvíkar” í Løkshøll. Skráin er tann sama. Tó koma 4 nýggj lið at kappast og nýggir gestir koma á gátt í Vespureiðrinum. Gentukórið hjá Jóhan verður aftur at hoyra hóskvøldið.

Tiltakið byrjar kl. 20. Dyrnar lata upp kl. 19, tá høvi verður at keypa atgongumerki. Eisini ber til at keypa atgongumerki til tiltakið við at ringja til Jonhard, 285501 ella John, 220135. Tá ber eisini til at bíleggja sær eitt av teimum 60 borðplássunum á kaféini.

28. apríl verður skráin hendan:

Fyrra umfar: Æðuvík, Anna Olsen liðskipari, møtir Søldarfirði, Ragnar Olsen liðskipari.

Seinna umfar: Rituvík, Helgi L. Petersen liðskipari, møtir Runavík, Sunleiv Højgaard liðskipari.

Stóra finalan verður 5. Mai.

Líknandi tíðindi