Takk fyri tíðina í NSÍ Jann Benjaminsen

Nú Jann Benjaminsen hevur tikið av møguleikanum at spæla fótbólt í Norra, har hann skal spæla við Hødd, so vilja vit í NSÍ takka Jann fyri tíðina í NSÍ.

Jann hevur verið í felaginum síðan 2013, tvs í 7 ár. Jann hevur spælt 105 dystir í bestu deildini, umframt steypakapping og 10 evropa leage dystir.

 

NSÍ takkar Jann fyri tíðina í NSÍ, og vit ynskja Jann Benjaminsen bestu eydnu í Norra. Um longsulin til Føroyar gerst ov stórur, so ert tú altíð vælkomin heim aftur til NSÍ.

 

 

Líknandi tíðindi