|

Fjepparin: Jákup Emil Hansen

Navn
Jákup Emil Hansen

Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin og hvar?
Nei, eg havi ikki fast pláss. Finni vanligvís okkurt stað, har onkur, ið man kennir, situr.

Fylgir tú við gongdini hjá NSÍ, nú tú býrt uttanlanda?
Eg fylgi væl við. Eg lurti altíð, tá dystir hjá NSÍ verða varpaðir út. Pápi mín fær eisini nógvar informatiónir í barbersalongini, so eg haldi, eg eri heilt væl orienteraður um støðuna hjá NSÍ.

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Eg spældi í NSÍ frá eg var 7 ára gamal, inntil eg fór niður til Danmarkar. Eg spældi sum málmaður næstan øll árini. Jens Martin Knudsen var fyrsti málmaður á besta liðinum, tá eg spældi, so í vaksnamannafótbólti bleiv tað fyri tað mesta til dystir á næstbesta liðinum.

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Eg komi ikki frá einari fótbóltsfamilju, so tað liggur ikki í genunum, sum tað ger hjá summum. Eg byrjaði at spæla fótbólt í NSÍ, tí tað gjørdu allir vinirnir í grannalagnum. Tað hevur helst eisini spælt eina rollu fyri mín fótbóltsáhuga, at man hevði grannan, Jens Martin Knudsen, at hyggja upp til.

Yndisleikari hjá NSÍ?
Tað er Christian Høgni. Hann er heilt avgjørt tann týdningarmesti leikarin hjá NSÍ, og tann, ið vísir vegin. Mær dámar eisini sera væl Andras Gango, ið hevur sera positiva ávirkan á liðið. Hann stýrir verjuni sera væl, ið ger at nógv potentiel álop móti NSÍ ikki blíva til nakað. Gango er sera positivur í sínum rópum, og er hann tí ikki bara ein góður málmaður, men eisini góður fyri moralin á liðinum.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Tað var síðsti dysturin í 2007 í Klaksvík. Hóast meistaraheitið kom í hús longu í næstsíðsta umfarinum, so var tað torført at fyrihalda seg til tað, tá man ikki var á staðnum. Eg kom tískil heim til at síggja dysin í Klaksvík. Ferðaseðilin heim eru nokk tær best brúktu krónurnar hjá mær nakrantíð. At uppliva, hvussu øll Runavíkin var á gosi bæði undan og eftir dystinum, var bara heilt ófatiligt.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Mentala styrkin á liðnum. Tað sá man í fjør, tá liðið reisti seg eftir eina sera ringa byrjan uppá kappingarárið. Eg síggi ikki nógvar dystir, men teir dystirnar, eg sá í fjør, virkaði tað sum um, at samanhaldi og viljin til at ofra seg fyri hvørjum øðrum er sera góður í NSÍ.

Mikudagin møta vit B68 við Løkin. Hvussu vildi tú lýst B68 sum mótstøðulið?
B68 er eitt lið við sera svingandi avrikum. Tá teir raka dagin, kunnu teir vera sera torførir at basa. Tað, at teir hava tapt báðar teir fyrstu dystirnar, ger teir sera svangar, hinvegin kunnu teir metalt knekka, um teir koma afturum við tveimum málum. Álopsparturin hjá B68 er heilt avjgørt sterkari enn verjiparturin, so tað ræður um at stressa teirra seinu verjuspælarar.

Hvat væntar tú, úrslitið verður mikudagin millum NSÍ og B68?
Eg vænti eina tætta og hart leikta grannauppgerð, har eitt B68-lið, ið hevur fingið ringa byrjan, fara at leggja nógv fyri, fyri at fáa tey fyrstu stigini. Eg tippi tó 2-0 til NSÍ. Christian Høgni skorar bæði málini.

Hvønn skulu vit spyrja næstu ferð?
Karstin Højgaard

Líknandi tíðindi