Betri-liðini | Felagið

Viljormur skal spæla við NSÌ

Viljormur í Heiðunum Davidsen, sum er uppvaksin í NSÍ, men seinnu árini hevur spælt við donskum feløgum, hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ fyri restina av hesum kappingarárinum.

Hann flutti til Odense á sumri 2008, tá hann byrjaði sum ungdómsspælari hjá OB, og síðsta hálvtannað árið hevur hann verið leigaður út til FC Fyn, sum hann var við til at tryggja uppflyting herfyri.

Men hóast fasta spælitíð og nógvar dystir í donskum fótbólti, hevur 21 ára gamli verjuspælarin, ið eisini hevur royndir frá bæði U17-, U19- og nú U21-landsliðnum, nú valt at komið heimaftur til NSÍ.

Viljormur skal saman við Pól Jóhannus Justinussen styrkja um NSÍ liðið, sum annars hevur fingið nógv rós fyri eina góða byrjan, tá hugsað verður um stóru frágongdina.

Hjartaliga tillukku Viljormur og góða eydnu saman við hinum liðfeløgum restina av landskappingini.

Viljormur Davidsen er her avmyndaður við forkvinnuni í NSÍ, Kinnu Fritsdóttir Olsen.

 

Líknandi tíðindi