|

Úr skotgrøvini: Sofus Johannesen, EB/Streymur


Undan dystinum í morgin hava vit spurt ein fjeppara hjá mótstøðuliðinum nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Sofus Debes Johannsen.

Navn og aldur:
Sofus Debes Johannesen, 49 ár.

Spældi tú sjálvur? Hvar á vøllinum?
Nei, bara til húsbruk á bønum við Gjógv. Annars havi eg fingist við judo síðan eg var 19 ára gamal.

Tín yndisleikari hjá EB/Streymi?
Mær dámar teir flestu væl. Men nakrir kundu kanska serliga verðið nevndir – Sorin, Arnbjørn, Hans Pauli. Og Rene hevur roynst væl – eg minnist hann serliga frá dystinum móti Manchester City í Barnsley. Tað man vera eitt tað frægasta málmanspælið av føroyskum málmanni, sum eg havi sæð. Men tað er eisini stuttligt at síggja teir ungu, sum banka uppá. Havi hugt eftir fyrstu deildarliðinum fleiri ferðir, og har eru nógvir spennandi spælarar.

Størsta løtan sum EB/Streyma-fjeppari?
Dysturin á Skála í 2008, tá vit tryggjaðu okkum meistaraheitið. Og annars báðir dystirnir móti Manchester City. Um eg skal nevna ringastu løtuna eisini, so var tað, tá vit taptu 1-0 móti KÍ í 2006. Havi ikki verið so skuffaður í lívinum.

Í morgin møta tit NSÍ. Lýs mótstøðuliðið stutt.
Hetta er ein løgin støða, tí hetta eru liðini, sum gjørdust føroyameistarar í 2007 og 2008, og nú eru tey at kalla í einum botndysti. Nú vann NSÍ so ein dyst. Teir hava annars fingið væl minni burturúr, enn man hevði roknað við. Eg hevði roknað við, at teir fóru at koma betri frá starti – tað hava teir leikaratilfarið til. Støðan er nakað tað sama hjá EB/Streymi.

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum í morgin?
Christian Høgni og Gango hjá NSÍ, og Arnbjørn, Sorin, Hans Pauli eru profilar, sum man kann rokna við hjá EB/Streymi. Pætur Dam Jacobsen hevur eisini víst góðar taktir í ár. Annars eru Kristoffur, Dánjal eisini verdir at nevna. Allir leikararnir hjá okkum eru góðir, um teir hava ein góðan dag. Gert Hansen hevur verið burtur í longri tíð vegna skaða, men er komin aftur og hevur gjørt tað gott. Hann er góður fyri liðið, og er stuttligt nokk eisini ein av berandi kreftunum í hondbólti.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður í morgin millum NSÍ og EB/Streym?
Eg vóni, at EB/Streymur vinnur – og helst nokkso ruddiliga eisini. Men dysturin kann falla báðar vegir ella enda javnt. Bæði liðini hava fingið eina ringa byrjan, og bæði hava brúk fyri øllum stigunum. So tað kann koma at ávirka spælið, um man satsar for nógv frameftir. So eg eri í hvørt fall sera spentur uppá úrslitið.

Líknandi tíðindi