Gudmundur Danielsen longt sáttmálan

Gudmundur Danielsen hevur longt sáttmálan við NSÍ, so at hann nú verður partur av NSÍ til og við 2023.

Gudmundur hevur arbeitt sum fysiskur venjari í felagnum í ár, og eru vit nú fegin um at Gudmundur nú hevur longt sáttmálan. Í ár hevur Gudmundur verið rundan um Betri hópin hjá monnum, men nú sáttmálin er longdur, so merkir tað at Gudmundur eisini fer at hjálpa til í Betri kvinnum, soleiðis at tær eisini fáa fysiska venjingi og rálegging um venjing osv. Eisini kemur Gudmundur at vegleiða okkara ungu talentum sum skulu blíva klárir til betri fótbólt í framtíðini.

Vit eru sera fegin um at vit nú seta enn meira fokus á styrkjivenjing í felagnum, og ynskja Gudmundur hjartaliga tillukku við nýggja sáttmálanum, og bestu eydnu í felagnum.

Líknandi tíðindi