Rógvi Egilstoft heldur fram í gulum

Sterki verjuleikarin heldur fram í gulum. Rógvi Egilstoft hevur skrivað nýggjan sáttmála við NSÍ. Royndi verjuleikarin, ið eisini kann spæla á miðvøllinum, ynskir at halda fram í Runavík. Royndirnar eru eftirhondini nógvar. Rógvi hevur spælt 206 dystir í bestu mansdeildini, harav 27 dystir eru fyri NSÍ. Rógvi spældi nevniliga allar dystirnar fyri NSÍ seinasta kappingarár.

Tað varð ein nýggj støða hjá Rógva Egilstoft, tá hann á kommunuvalinum 10. november 2020 í stórum stíli vann valið. Hann fekk ikki minni enn fjórðu hvørju atkvøðu á Eiði. Harvið gjørdist hann borgarstjóri. Hatta hevur við sær, at hann hevur eitt starv, sum hann til eina og hvørja tíð má taka fram um fótbóltin, men tíbetur er tað soleiðis, at undir vanligum umstøðum ber eisini til samstundis at spæla fótbólt.

Har sum Rógvi er, har er hann 100%. Tað vita vit í NSÍ, líkamikið um hann spælir í verjuni ella á miðjuni. Hugburðurin til venjing er altíð góður, og her er eingin broyting, hóast Rógvi hevur álitisstarv við síðunarav. Er tað í serligum støðum brúk fyri Rógva í Eiðis Kommunu, so kunnu vit altíð finna eina skilagóða loysn á hesum, sigur Eyðstein Skipanes, ítróttarstjóri hjá NSÍ við heimasíðuna hjá NSÍ. Tað verður gott at síggja Rógva Egilstoft spæla enn eitt ár í gulum!

Líknandi tíðindi