Sjavsur í NSÍ hølinum
Góðar kreftir í og kring felagið boða nú frá, at framyvir verður skipað fyri sjavskapping mikukvøld kl. 19 í NSÍ hølinum.
Í mong ár var sjavsur fastur táttur í NSÍ kjallaranum, har fólk komu saman til hugna, kortspæl og ein drekkamunn, og okkurt reypi mundi eisini verða. Hetta er ein týðandi partur av felagsskapinum kring felagið, og fegnast vit í NSÍ tí um, at tátturin nú verður tikin upp aftur. Byrjað verður komandi mikukvøld, 11. januar kl. 19.00. Vónandi taka øll væl ímóti hesum, og møta væl upp.
Tað kostar 100 kr at luttaka, íroknað kaffi, te og okkurt afturvið.