NSÍ, ein trúfestan viðhaldsmann fátakari.

Í morgun kl. 08.00 andaðist Jógvan Martin Høj, 81 ára gamal. Jógvan Martin var ein trúfastur NSÍ stuðul, og var í 2015 kosin sum ársins vespa í NSÍ fyri sítt trúfesti til dystirnar. Jógvan Martin hevur verið innlagdur á Klaksvíkar sjúkrahúsið, og hevði glett seg til at fara biltúr við soninum Leif sunnudagin norður til Margáir at sæð NSÍ spælt. Hesar ætlanir blivu avlýstar í morgum, tá boð vóru eftir honum til tann himmalsks bústaðin.

Friður verður við minninum um okkara trúfasta viðhaldsmann Jógvan Martin Høj

 

Her er brot frá grein á heimasíðuni hjá NSÍ í 2015:

NSÍ-dagar vóru í vikuskiftinum, og sum vanligt varð ‘Ársins Vespa’ vald.

Ársins vespa í 2015 er Jógvan Martin Høj. Strandingurin, ið er búsitandi á Glyvrum, er fastur gestur á vøllinum við Løkin. Eisini er hann nærum altíð at síggja til útidystir hjá NSÍ. Og tá snakka vit ikki bara um effo-liðið, men um øll liðini hjá NSÍ.

Tað var lætt at fáa Jógvan Martin út til vøllin leygarmorgunin, soleiðis at hann kundi avdúkast sum ársins vespa. Familjan segði honum, at abbadóttirin skuldi spæla dyst klokkan 9 við Løkin. Akkurát klokkan 9 kom lítli grái bilurin koyrandi oman til vøllin.

Jógvan Martin, ella Mass, sum hann vanliga verður róptur, varð valdur til ársins vespu. Eini 40 fólk vóru komin saman til morgunmat við Løkin. Ársins vespa fekk blómutyssi, diplom og árskort til heimadystirnar hjá effo-liðnum í 2016.

Eftir handanina prátaðu vit um leyst og fast við Jógvan Martin. Hann var eitt sindur í iva um, hvussu hann skuldi brúka hendan leygardagin.

– Ætlaði mær til havnar, har 1. deild spælir klokkan trý. Men U16 verða føroyameistarar, um teir fáa ein javnleik í Gøtu klokkan fimm, so har má eg heldur fara. Men faktist kunnu Old Boys eisini vinna gull á Sandi, men tað ber nokk ikki til at fara har eisini, sigur Jógvan Martin smílandi.

Eftir hasa samrøðuna kunnu vit staðfesta, at Jógvan Martin veit meira enn tey flestu um ymsu liðini hjá NSÍ. Fryntligi maðurin gjørdi tó greitt, at hann hevði als ikki væntað sær hendan heiðurin.

Vit ynskja Jógvan Martini hjartaliga til lukku, og vit gleða okkum til nógvan góðar dystir við Løkin, og kring landið, við honum og øllum okkara góðu fjepparum.
“Friður verið við minninum um Jógvan Martin Høj”

Líknandi tíðindi