Betri-liðini

Lambamenn í finaluni fyri fyrstu ferð

Skrivað hevur Dan Lamhauge

Annað umfar í spurnarkappingini ”Av Skipanesi til Æðuvíkar” var í Løkshøll í Runavík seinasta hóskvøld. Karmarnir vóru enn einaferð fyrsta floks. Lagt var upp til eitt hugnaligt og stuttligt kvøld.

Sum nakað nýtt byrjaði tiltakið eitt sindur fyrr, tá Jóna Olsen sang hugnalig løg saman við tónleikarum sínum. Eingin ivi um, at hon hevur framtíðina fyri sær sum sangari.

Fyrsti dysturin hóskvøldið var millum Lamba og Søldarfjørð. Talan var sostatt um lokaluppgerð. Og hetta gjørdist ein óvanliga tøtt og spennandi uppgerð. Eftir fyrtu 10 spurningarnar stóð á jøvnum, so neyðugt var við eykaspurningum, ikki bert einum, men tveimum. Tá drógu lambamenn longra stráið, og tryggjaðu sær pláss í stóru finaluni komandi hóskvøld. Hetta er fyrstu ferð, at Lamba verður umboða í finaluni.

Í steðgunum sungu 6 fyrrverandi NSÍ leikarar tvey lagatyssi. Teir mundu taka fleiri á bóli, tí harmoniirnar sótu sera væl. Eisini var tíð sett av til vespuinnsløg. Gestirnir hesaferð vóru Mattias Davidsen, Arnfinn Langgaard, Egil Olsen og Kristian Joensen. Onkrir óvæntaðir spurningar vóru settir – og svaraðir.

Seinni dysturin var millum vinnararnar frá seinast, Glyvrar, og Runavík. Aftur her var talan um spennandi og tætta uppgerð, sum endaði við, at Glyvrar vunnu.

Merkisvert var, at øll liðini framførdu nýyrktar sangir. Hetta vísti, at eisini luttakararnir høvdu fyrireikað seg, og tað hevjaði bæði undirhaldsvirðið og stemningin millum áhoyrararnar. Og so eru vertirnir báðir, Jonhard Hansen og John Andersen, heilt einastandandi. Samanumtikið eitt fantastiskt kvøld.

Nú eru allir hálvfinalistarnir funnir og lutur kastaður um, hvussu spælast skal í stóra finalukvøldinum komandi hóskvøld. Fyrst bresta Æðuvík, Jóna Kristiansen og Andrass Hansen, og Glyvrar, Torbjørn Jacobsen og Bill Justinussen, saman. Síðani Lamba, Magnus Rasmussen og Hans Jacob Lamhauge, og Saltangará, Jónsvein Knudsen og Eli Lassen. Vinnararnir spæla finalu beint aftaná.

Nærri verður at frætta um finalukvøldið seinni.

Líknandi tíðindi