Betri-liðini

Víkingar í beserkaragongd við Løkin: NSÍ-Víkingur 2-4

Fyri aðru ferð í ár løgdu vit rygg til stórtap móti Víkingi. Hesuferð á heimavølli.

Heilt fitt av fólki høvdu leitað sær til dyst í góðveðrinum. Og líkindini vóru av teimum bestu. Tað var mestsum stilli inni í nýggja skýlinum, hóast partar av tí mangla enn.

Hjá okkum byrjaðu hesir inni: András, Johan, Per, Monrad, Einar, Jann Martin, Andras, Magnus, Árni Pól Jóhannus og Klæmint.

Teir fyrstu 20. minuttirnir vóru merktir av eitt sindur ov skjótum spæli frá okkara liði. Okkara tóktust vilja fáa mál skjótt, og tí endaðu álopini fyri tað mesta uttan atsókn á Víkinga-málið. Víkingar komu ígjøgnum, serliga í høgru síðu, nakrar ferðir.

Klæmint hevði eitt gott skot úr spískum í høgru síðu í 13. minutti, men Geza fekk beint bóltin út til horna.

Í tveimum umførum ynsktu gulu viðhaldsfólkini brotsspark, tá bólturin kom á armin hjá Víkingi inni í brotsteiginum. Serliga fyrru ferðina støkk bólturin av einum Víkingabeini upp í ein arm, sum als ikki var á rætta stað. Men soleiðis er við hvørt.

Eftir eina slíka støðu fara Víkingar í skjótálop. Teir verða steðgaðir uttanfyri okkara brotsteig, men taka frísparkið skjótt, og Heðin Hansen skoraði væl mitt fyri. Hetta var í 22. minutti.

Víkingar tóktust yvirhøvur at vera meiri ágangandi. Teir sótu tætt í okkara monnum og vunnu dystin mitt á miðjuni. Tá teir fóru í álop, gekk tað við rúkandi ferð.

Tá ein góður hálvur tími var farin, býttu Magnus og Pól Johannus um, soleiðis at Pól Jóhannus kom at vera meiri mitt á, meðan Magnus lá longur frammi.

NSÍ slap hampiliga væl ígjøgnum á kantinum, men endaliga atsóknin manglaði, og tær ferðir, tað eydnaðist at skjóta, var skotið ov veikt ella skeivt.

Ein tann frægasti kjansurin kom í 38. minutti, tá NSÍ-trýst endaði við, at Árni legði væl innfyri úr vinstru til Klæmint, sum høvdaði móti handara horni, Geza fekk vart somikið, at bólturin fór til Pól Jóhannus, sum tó ikki fekk skot á.

Støðan var sostatt 0-1 til Víking, tá farið varð til hálvleiks.

NSÍ hevði havt nógv álop, men tey blivu sjálvdan vandamikil. Klæmint bleiv øgiliga tætt vardur. Verjan hjá okkum virkaði ikki í javnvág í dag. Fleiri ferðir timaðu verjuleikararnir høvdarar skeivt, ella raktu ikki bóltin.

Har NSÍ-spælið í byrjanini av dystinum tóktist at ganga ov skjótt og tí bleiv óneyvt, steðgaði tað í fleiri førum mestsum upp í seinna hálvleiki. Í staðin fyri at senda bóltin innfyri, drálaðu okkarar menn ov nógv og mistu bóltin. Víkingar leggja øgiligt trýst á leikaran, ið hevur bóltin, og tí er ongin tíð at hugsa seg um.

Fyrsta korterið av seinna hálvleiki, lá dysturin eitt sindur á vippuni. NSÍ royndi at finna lykilin til Víkingaverjuna, meðan Víkingur fyri tað mesta satsatði uppá kontra.

Í 64. minutti eydnaðist NSÍ at javna. Árni hevði bóltin úti í vinstru síðu og spældi bóltin væl aftur til Magnus, sum langaði hann í trýkantin. Eitt vakurt og gott mál.

Víkingur gav bóltin upp og fóru so beint fram og skoraðu aftur til 1-2. Hetta var ikki nóg gott av okkara monnum. Tá man hevur strítt seg inn í dystin, er tað ov jonkasligt at lata hitt liðið skora aftur beinanvegin.

Uppspælið hjá NSÍ gekk framvegis nokkso seint. Tað tóktist sum ynsktu menn at finna perfekta innleggið, og av tí sama kom mangan einki burturúr álopunum.

Í 72. minutti fekk Atli sítt seinna gula kort. Tað var trupult at síggja, júst hvat hann ger sekivt. Nokk var tað drál í samband við eitt málspark.

Nú átti at verið gjørligt hjá NSÍ at fingið yvirtakið. Árni hevði eitt skot, sum bleiv beint út til horna. Og Pól Johannus var nær við at skora frá hornasparkinum.

Við 10 monnum eyðnaðist tað framvegis Víkingum at vinna bóltin mitt á miðjuni. Í 78. minuti skoraði Lava-maðurin sítt næsta mál til 1-3. Hetta var júst ein slík støða, har NSÍ misti bóltin í uppspælinum.

NSÍ helt áfram at trýsta. í 87. minutti eydnaðist tað Árna at skora við frísparki, sum fór umvegis ein Víking í málið.

Men júst sum við fyrra málinum hjá NSÍ, fóru Víkingar beint fram og skoraðu aftur – Lava, hattrick til 2-4. Og liðugt var.

Í dag var betur enn seinast í Gøtu. Vit kundu eisini havt fingið meiri burturúr kjansunum ein betri dag. Í mun til avsmurningin í Gøtu, var NSÍ væl við í dystinum í dag – allan dystin.

Men Víkingar vóru enn eina ferð sera ágangandi og vóru tætt í okkara monnum. Samstundis gjørdu teir skjótt av í skjótálopunum.

Og miðjan og verjan hjá okkum megnaði ikki at forða Víkingunum í dag. Tað kann gerast betur.

Vit eru framvegis á odda við 4 stigum niður til næsta liðið. Ongar súður eru siftar enn.

Nú ræður um at leggja hendan dystin aftur um bak beinanvegin. Mikuvøldið leika vit seinnu hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið móti HB í Havn. Vit taka eina 1-0 leiðslu við okkum suður. Og sunnudagin vitja vit so aftur HB í Gundadali – hesaferð í 15. umfari av EFFO-deildini.

Gongdin
NSÍ-Víkingur 2-4
22′ Mál 0-1 Heðin Hansen
38′ Gult kort Heðin Hansen

47′ Gult kort Andras Frederiksberg
51′ Gult kort Atli Gregersen
64′ Mál 1-1 Magnus H. Olsen
65′ Mál 1-2 Andreas Lava Olsen
72′ Reytt kort (2 gul) Atli Gregersen
78′ Mál 1-3 Andreas Lava Olsen
87′ Mál 2-3 Árni Frederiksberg
88′ Mál 2-4 Andreas Lava Olsen
92′ Gult kort Haraldur R. Højgaard
93′ Gult kort Sølvi Vatnhamar

Liðið
1. András Gángó (M)
2. Per Langgaard
3. Monrad H. Jacobsen
6. Andras Frederiksberg Útskifting 74′
7. Jann Martin Mortensen Útskifting 61′
10. Klæmint A. Olsen (L)
11. Árni Frederiksberg
12. Einar Tróndargjógv
13. Pól Jóhannus Justinussen Útskifting 83′
15. Johan Jacobsen
18. Magnus H. Olsen

29. Karstin Hansen (M)
5. Jákup Andrias Gaardbo
9. Jonleif Højgaard Innskifting 83′
17. Jónhard Frederiksberg Innskifting 61′
19. Haraldur R. Højgaard Innskifting 74′

Líknandi tíðindi