|

Oddur heldur fram í gulum!

Verjuskansin Oddur Árnason Højgaard hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við NSÍ.

Oddur er enn ein leikari í røðini av etableraðum NSÍ-leikarum, ið følir, at hann eisini skal vera við til at spæla NSÍ upp aftur í bestu deildina. Við yvir 200 dystum í bestu deildini er talan um ein ógvuliga royndan leikara, ið kemur at stýra verjuni hjá NSÍ.

Tað liggur ein ávís ábyrgd á okkum eldru leikarum at bera, tá á stendur. Her eru tó nógvir ungir, og spennandi leikarar í hópinum, og eg vil fegin verða partur av endurreisnini av NSÍ

Oddur

Vit fegnast um at Oddur framvegis er gulur.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi