Jón Petur Martinsson Thomsen nýggjan 2-ára sáttmála

18-ára gamli Jón Petur Martinsson Thomsen hevur í dag undirskrivað ein nýggjan 2-ára sáttmála við barndómsfelagið.

Jón Petur, sum er U19 landsliðsmálverji fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í ár, tá ið Kristian var úti við skaða, har hann í sínum fyrsta dysti við besta liðnum hjá NSÍ ímóti B68 bæði bjargaði brotssparki og legði upp til eitt mál. Umframt, at hann í hinum dystunum, sum hann leikti, var tryggur aftasti skansi.

Ungi evnaríkið málverjin var bert 15 ára gamal, tá ið hann í 2021 við undantaksloyvið sat á beinkinum í fjórðingsfinaluni í steypakappingini.

Vit í NSÍ fegnast um nýggja sáttmálan, nú vit fyrireika okkum til eitt nýtt kappingarár.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi