Jóhan Esmarsson Heimustovu heldur fram sum fysiskur venjari

NSÍ og Jóhan Esmarsson Heimustovu hava skrivað undir nýggja avtalu, soleiðis at Jóhan heldur fram sum fysiskur venjari hjá besta mansliðnum.

Tað hevur fingið størri og størri týdning, at høvuðsvenjarin hevur eitt gott venjaratoymi afturat sær. Tí er tað gleðiligt at staðfesta, at Jóhan hevur longt um samstarvið, sum hevur gingið sera væl higartil.

Jóhan hevur tikið sær av venjingunum í vetur, soleiðis at hópurin er væl fyri, nú fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið veruliga byrja.

Jóhan eigur og rekur Fysio Gym, sum er bæði ein venjingarmiðstøð og ein fysioterapi klinikk. Hetta gevur honum sera góðar førleikar til at taka sær væl av fysiska partinum av venjingini.

Vit gleðast um, at Jóhan og NSÍ halda fram við góða samstarvinum.

Saman standa vit sterk.

Líknandi tíðindi