|

Norðoyar Sparikassi og NSÍ gjørt stuðulsavtalu


Norðoyar Sparikassi og NSÍ hava gjørt nýggja eitt ára stuðulsavtalu. Nýggja avtalan avloysir høvuðsstuðulssáttmálan, sum partarnir báðir høvdu árini 2006-2009.

Høvuðsstuðulsavtalan við Norðoyar Sparikassa spældi týðandi leiklut í hesum minniríka tíðarskeiði felagsins, m.a. tá felagið gjørdist Føroyameistari í 2007. NSÍ fegnast um, at Norðoyar Sparikassi framvegis leggur lunnar undir virksemi felagsins.

Við avtaluni við NSÍ, sum hevur 26 lið og 378 virknar leikarar í øllum aldrum, staðfestir Norðoyar Sparikassa sína støðu sum virkin og sjónligur partur av ítróttarlívinum í Eysturoy.

Líknandi tíðindi