Vit takka Kára fyri samstarvið

Kári Reynheim heldur ikki fram sum venjari hjá Effo-liðnum komandi ár.

Starvsnevndin gjørdi undan kappingarárinum ein 1-ára sáttmála við Kára Reynheim, og avgerð er nú tikin um,
at Kári ikki heldur fram sum venjari hjá besta liðnum komandi ár.

Starvsnevndin setti sær sum mál at vera verandi í deildini og saman við Kára eydnaðist hetta, og tað fegnast vit um.

Vit takka Kára fyri góðar upplivingar og fyri gott samstarv og ynskja honum alt tað besta framyvir.

Starvsnevndin

Líknandi tíðindi