Betri-liðini

Mamuka dagsins maður móti ÍF

Síðani 1-1 javleikin móti NSÍ við Løkin seinasta hóskvøld hava vit atkvøtt um dagsins NSÍ’ara í dystinum. Atkvøðugreiðslan endaði nokkso jøvn.

Mamuka gjørdist fremstur við 18% (30 atkv.) frammanfyri Jónhard og Klæmint, ið báðir fingu 14% (23 atkv.). Íalt vóru 165 atkvøður givnar.

Talan var um ein tættan dyst, har liðini áttu hvør sín hálvleik. Bæði Mamuka og Klæmint vóru lívligir í álopspartinum, og Jónhard var stabilur sum altíð.

Í dag spælir NSÍ móti B71 heima á Sandi. Vit ynskja Mauka, Klæmint, Jónhard og hinum góða eydnu á Sandi.
[poll id=”10″]

Líknandi tíðindi