|

Fjepparin: Gudny Nielsen


Undan dystunum spyrja vit onkran fjeppara nakrar spurningar. Hesu ferð er fjepparin Gudny Nielsen.

Navn?
Gudny Nielsen

Hevur tú fast pláss til dyst við Løkin og hvar?
Nei, eg plagi at fara har, sum tað stendur mest á.

Spældi tú sjálv?
Nei, ikki fótbólt. Men øll trý børnini sparka, og tí er man aktivur í felagnum. Vit spældu mest hondbólt og flogbólt í Kollafirði.

Yndisleikari hjá NSÍ?
Ja, av spælarunum nú havi eg serliga lagt merkið til Jens, ið hevur tikið seg nógv fram.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Tá vit vunnu meistaraheitið í 2007. Øll seinna hálva av kappingini tað árið var sera spennandi.

Størsta styrkin hjá NSÍ?
Hjá felagnum er ungdómsdeildin størsta styrkin. Tað hevur gingist væl at menna ungdómsfótbóltin seinnu árini. Á vøllinum eru tað góði bóltførleikin og evnini at spæla væl niðri á jørðini, ið eru styrkirnar.

Fríggjakvøldið møta vit EB/Streymi. Lýs mótstøðuliðið stutt:
Teir eru sterkir har frammi, við nógvum skjótum og góðum spælarum sum Hans Paula, Arnbjørn og Sorin Anghel. Vit mugu vera til reiðar frá fyrsta bríksli og verja væl.

Hvat væntar tú, úrslitið verður fríggjakvøldið millum NSÍ og EB/Streym?
2-1 til NSÍ. Eg vænti, at teir fara út og koyra á. Nú hava vit fingið tey fyrstu stigini, og sjálvsálitið er gott.

Hvønn skulu vit spyrja næstu ferð?
Janus Olsen í Rituvík

Líknandi tíðindi