Betri-liðini

Effo: Tryggur sigur ímóti ÍF

Tað var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg sigurin skuldi fara við Løkin í kvøld. Eitt hav av møguleikum – nógv skot á málið og eisini eitt brent brotsspark hoyrir við til søguna. Leikliga støðið fall nakað seinna part av seinna hálvleiki, men sum heild var talan um ein vælleiktan dyst, sum ber boð um, at okkara síggja út til at vera til reiðar at møta oddaliðnum í Effodeildini um eina viku.
Longu í 1. minutti vóru boð eftir fuglfirðingum, tá Jann Martin bleiv spældur leysur av Pól Jóhannusi. Málmaðurin bjargaði skotroyndini út til horna. Tað bleiv til 2 hornaspørk uppí slag og seinna endaði við skoti frá Einar, sum málmaðurin bjargaði. Í 9. minutti kom innlegg úr vinstru, Klæmint skallaði og málmaðurin bjargaði. Í 10. min. fekk Klæmint ein gratis møguleika, tá málmaðurin ruddaði bóltin beint út til Klæmint, sum í góðari støðu langaði bóltin framvið málinum.

Fuglfirðingar vóru við undirlutan í øllum lutum, og langt var ímillum teirra møguleikar. Ein fingu teir í 11. minutti við langskoti, sum Gango bjargaði út til horna, sum onki spurdist burturúr. Í 12. minutti blívur Árni spældur púra leysur, aftaná neyva langa sending frá Einar. Málmaðurin kom heilt útum brotsteigin og blokkeraði skotið út til horna. Í 17. minutti er Árni aftur uppá spæl og aftur hesaferð bjargar málmaðurin út til horna. Aftaná hornasparkið skeyt Magnus uppá mál og málmaðurin bjargaði út til nýtt horna.

Trýstið gav úrslit í 19. minutti og tað var Pól Jóhannus sum legði okkara á odda 1 – 0, aftaná gott innlegg frá Hákun. Í 23. minutti sendi Árni eina góða sending innfyri til Pól Johannus, sum skallaði framvið málinum. Í 26. min. spældi Jann Martin veggspæl við Pól Johannus og kom í góða skotstøðu, men bleiv taklaður. Í 30. minutti er tað Einar sum sendir væl innfyri til Klæmint, sum skallar beint uppum og løtuna aftaná skalla fuglfirðingar beint á Gango. Í 36. min. spældi Árni Magnus leysan, men onki spurdist burturúr, men løtuna aftaná bragdaði aftur, tá Jóhan spældi ein tvørbólt til Pól Johannus, sum við høgra beini langaði bóltin í málið og so var 2 – 0.

Í 39. min. økja okkara til 3 – 0. Tað var Klæmint sum setti krúllin á gott innlegg frá Einari. Í 45. minutti gjørdist tað 4 – 0. Aftaná hornaspark endaði bólturin hjá Magnus sum langaði til. Málmaðurin hálvbjargaði beint út til Jens – sum ikki lá á boðunum, men setti bóltin trygt í netið.
Seinni hálvleikur var 3 min. gamal, tá vit fingu fyrsta stóra møguleikan. Tað var Klæmint sum var fyrstur á bóltinum – í kapprenning við málmannin, og málmaðurin taklaði Klæmint og so var brotsspark. Brotssparkið tók Klæmint, men málmaðurin bjargaði skotinum. Nógv góð álop vóru fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, m.a. í 54. minutti var gott samanspæl ímillum Jann Martin og Árna sum endaði við, at bólturin bleiv spældur til Klæmint sum langaði til beint uppum.

Í 58. minutti endar gott álop við at Árni skjýtur í yvirliggjaran og uppum. Onkur fótur var á, so tað bleiv til hornaspark og løtuna aftaná sendir Árni ein høgan bólt inn í málteigin og málmaðurin fær beint bóltin til horna umvegis yvirliggjaran, so tað brendi veruliga á hjá fuglfirðingum hesa løtuna. Árni tók hornasparkið – út til Magnus, sum staddur stutt uttanfyri brotsteigin fluktaði bóltin ímóti málinum og Pól Jóhannus fekk hjálpt bóltinum síðsta strekkið inn um mállinjuna – so var støðan 5 – 0. Fuglfirðingar pyntaðu um úrslitið við beinleiðis frísparki, sum Karl tók sær av í 86. minutti til endaliga úrslitið 5 – 1.
Samanumtikið eitt gott avrik av okkara monnum í kvøld har álopsparturin riggaði sera væl, spælið á miðvøllinum gekk væl og verjan sum heild var trygg.
Næsti dystur verður 9. august í Gundadali ímóti B36.
NSÍ – ÍF 5-1 (4-0)
1-0: Pól Jóhannus Justinussen, 19.
2-0: Pól Jóhannus Justinussen, 37.
3-0: Klæmint A. Olsen, 39.
4-0: Jens Joensen, 45.
5-0: Pól Jóhannus Justinussen, 58.
5-1: Karl Løkin, 86.

NSÍ: Andras Gango – Johan Jacobsen, Per Langgaard, Jens Joensen, Einar Tróndargjógv – Jann Martin Mortensen (66 Chr. Høgni Jacobsen), Hákun Edmundsson (60 Michal Przybylski), Magnus H. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen (72 Jonhard Frederiksberg), Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen

(Skrivað hevur Eyðun Gaardbo)

Líknandi tíðindi