Betri-liðini

Vit liggja á bronsuplássi

NSÍ venjarin Heðin Askham, sendi í dag sama liðið á vøllin sum móti TB, men við einari broyting, har Sjúrður Jacobsen loysti leikbannaða Karl Løkin av á miðvøllinum.

Líkindini at spæla dyst í dag vóru av teimum allarfagrastu, og heilt fitt av fólki var eisini møtt upp.

Liðini bæði byrjaðu eitt sindur varliga, B36 lá eitt sindur aftarliga á vøllinum, og lat intiativið til NSÍ, men teir vóru skjótir í kontrafasini við Lawal í álopinum, sum onkuntíð hótti okkara verjuleikarar.

NSÍ liðið flutti væl bóltin millum sín, men tað manglaði líka sum tað síðsta, og alt ov ofta endaði tað við at onki spurdist burturúr. Vit høvdu allíkavæl nøkur skot uppá málið í fyrsta korterinum, og serliga tí eina ferðina tá bólturin var spældur Magnus Olsen stutt uttanfyri 16 meturin, sum høgdi til, men tíverri fyri okkum rakti hann ein B36ara og bólturin fór út til hornaspark.

Tá 18 minuttir vóur farnir broyttist allar fyritreytirnar í hesum dystinum, tá Róaldur Jacobsen hjá B36 fekk beinleiðis reytt fyri at siga okkurt niðrandi við dómarin í samband við eitt fríspark til NSÍ.

NSÍ legði nú eitt massivt trýst á B36 liðið sum hevði nokk við at sparka bóltin burtur, men vit høvdu trupult við at seta Tórð Thomsen í B36 málinum undir veruligt trýst, við okkara avslutningum, sum antin fóru við síðuna av ella omanfyri málið.

Tað var tí forloysandi tá vit í 29 min løgdu okkum á odda við frálíkum skoti frá Magnus Olsen. Vit høvdu horna í høgru síðu, sum Árni Frederiksberg tók sær av. Ístaðin fyri at spæla stutt til Jann Martin Mortensen sum var komin ímóti, valdi Árni at senda bóltin inn til Magnus, sum takkaði fyri, og við dundurskoti sendi hann bóltin í málið, uttan nakran møguleika hjá Tórði Thomsen at bjarga, 1- 0 til NSÍ og stór frøi á NSÍ áskoðarum.

Ístaðin fyri at seta B36 undir rættiligt trýst nú vit vóru 11 móti 10, so dovnaði spælið totalt, og vit komu bara til nakrar hálvar málmøguleikar. Eisini í verjupartinum sløsaðu vit alvorliga.

B36 fekk eitt fríspark einar 25 mtr úti mitt fyri, og við Súna Olsen á liðnum var hetta ein gyltur møguleiki hjá B36 at javna beint undan hálvleik, men til alla lukku fór bólturin beint við síðuna av stongini.

Hálvleikstøðan gjørdist 1 – 0 til okkum, men venjarin Heðin Askham var nokk ikki heilt nøgdur við avrikið hjá okkara monnum.

2. hálvleikur:

Tað bleiv eisini munandi betri í øðrum hálvleiki. Vit skaptu nógvar góðar málmøguleikar, og tá vit brúktu vongleikarnar og komu til baklinjuna og fingu sent bóltin innfyri B36 málið var rættiliga vandi á ferð.

Bæði Klæmint, Magnus, Árni, Andy og Jann Martin høvdu sínar royndir, men Tórður Thomsen vardi væl í B36 málinum. Tað sást rættiliga tíðliga at B36 leikarnir brúktu nógva orku at halda okkara monnum burtur, og tað var bara spurningur um tíð nær næsta málið fór at koma.

Tá 59 min fóru farnir skoraðu vit til 2-0. Árni Frederiksberg setti ferð á við bóltinum í vinstru síðu, spældi inn til Jann Martin Mortensen sum víðari fann Magnus Olsen.
Ístaðin fyri at skjóta nakað uttan fyri 16 mtr, valdi Magnus at spæla Andy Olsen sum púra leysur við Tórð Thomsen setti bóltin trygt í netið. 2 – 0 til NSÍ, og hetta kom væl við.

NSÍ hevði nú totalt kontrol á dystinum, og næstuløtuna høvdu vit fleiri góðar atsóknir á B36 málið, sum líka við vóru um at fara í málið.

Sum ikki einaferð so var tað Súni Olsen við sínum fríspørkum sum vóru vandamikil móti okkara máli, men Kristian Joensen hevði gjørt sítt heimaarbeiði, og bjargaði royndinum frá Súna.

NSÍ hevði fleiri góð og vælspald álop næstu løtuna, so ein vantaði bara at spurningur var bara nær triðja málið hjá okkum fór at koma.

Málið til 3-0 var sera sjáldsamt. Jann Martin Mortesen sum hevði stoytt saman við verjuleikara hjá B36 gekk og haltaði uttanfyri útskiftningsbonkin hjá NSÍ klárur at vera skiftur út tí hann fekk ikki spælt meir, men tað skuldi seg so vera at NSÍ fer í kontra og bólturin spældur til Jann Martin.

Ja hvat er so at gera, mest sum haltandi á einum beini, bjóðaði hann B36 verjuni av, og gjørdi ikki mætari enn at seta bóltin í netið, og harvið totalt punktera B36 liðið.3-0 til NSÍ.

B36 var nær við at pynta um úrslitið tá 86 minuttir vóru farnir. Enn einaferð var tað fríspark skjúttin Súni Olsen, sum við frálíkum skoti sendi bóltin á trýkantin, og fyri alla lukku fór bólturin ikki inn.

Beint áðrenn dystarlok, komu vit ígjøgnum í okkara høgru síðu, har Jonhard Frederiksberg gjørdist púra leysur, hann gjørdi ikki mætari enn at smekka bóltin innfyri málið. Tórður Thomsen royndi at halda bóltinum, men bólturin endaði í netinum og vit vunnu greiðan 4-0 sigur.

Hetta var ein sera umráðandi sigur, og hesuferð tóku vit av og blandaðu okkum í medaljustríðið.

Vit hava havt hendan møguleikan 3 ferðir fyrr í ár, har vit ikki tóku av. Tí er tað sera umráðandi at leikarnir hjá okkum eru klárir (og tað vera vit) til tríggjar sera spennandi finalur móti 07 Vestur, ÍF og HB, soleiðis at vit enda á einum medaljuplássi tá kappingin er liðug.

KOYR Á NSÍ

Hagtøl:

NSÍ – B36​ 4-0 (1-0)
23 min Sjúrður Jacobsen gult kort
29 min Magnus Olsen 1 – 0
41 min Jens Joensen gult kort
59 min Andy Olsen 2 – 0
68 min Pól Johannus Justinussen gult kort
76 min Einar T. Hansen gult kort
80 min Jann Martin Mortensen 3 – 0
80 min Haraldur R. Højaard inn (Jann Martin Mortensen út)
82 min Andrass Brixen inn ( Jens Joensen út)
84 min Andy Olsen gult kort
90+min Jónhard Frederiksberg 4-0

Liðið í dag:

Kristian Joensen
Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Einar T Hansen, Pól Johannus Justinussen
Andy Olsen, Sjúrður Jacobsen, Magnus H Olsen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg og Klæmint A Olsen.

Á bonkinum
Pætur Høj
Andrass Brixen Vágsheyg
Jákup Andrias Gaardbo
Haraldur R. Højgaard

Dystarfrásøgn: Trygvi Mortensen

Líknandi tíðindi