Mistu aftur á stokkinum: KÍ-NSÍ 3-2

Tað var við stórum spenningi, at sæð varð fram til dystin í Klaksvík í dag. Eftir stigatalvuni at døma, skuldu hesi bæði liðini verið hampiliga jøvn í styrki.

Og áskoðararnir fingu eisini dramatikk fyri allar pengarnar. Spælið var lívligt og álopsinnað, og kundu bæði liðini av røttum havt vunnið dystin.

NSÍ byrjaðu við hesum 11 inni: Kristian, Monrad, Helgi, Pál, Sjúrður, Ari, Óli, Jann Martin, Árni, Jens og Klæmint.

Jens var eitt sindur óvanliga frá byrjan fluttur fram í álopið, og riggaði hann stóran part av dystinum sera væl sum “target man”. Hann fekk tikið bóltar høgar niður ella forlongt teir – alt eftir tørvi. Skotini á mál kundu tó verið meira neyv.

Eftir eina lívliga byrjan eydnaðist tað NSÍ at leggja seg á odda í 10 min. Óli, sum stríddist sera væl á miðjuni í dag saman við Jann Martin, spældi ein bólt úr høgru síðu allan vegin yvir í vinstru síðu til Árna, sum skjeyt innfyri til Jann Martin, sum skoraði trygt til 1-0. Eitt fínt mál.

NSÍ helt áfram at trýsta, men í einum kontraálopi eftir eitt NSÍ-horna eydnaðist tað í staðin Filip Djordjevic at javna í 17. minutti við einum fløtum skoti úr teirra høgru síðu.

Spælið gekk yvirhøvur úr enda í enda í fyrra hálvleiki. Eitt horna hjá NSÍ í 19. minutti mundi farið inn við handaru stong. Og í 22. minutti mundi Jens brotið seg ígjøgnum KÍ-verjuna mitt fyri, men hann varð taklaður í seinsatu løtu.

Tað tóktist, sum at KÍ hevði verið heldur raskari, eftir at teir javnaðu. Men í staðin eydnaðist tað NSÍ at leggja seg á odda aftur í 28. minutti. Árni vann eitt horna í vinstru síðu. Jann Martin skjeyt bóltin væl innfyri, og Klæmint stútaði hann hart í netið. Nú var 2-1 til NSÍ.

NSÍ var noytt til at bjarga á strikuni eftir innlegg í 34. minutti. Klæmint var nær við at koma ígjøgnum í høgru síðu í 37. minutti. Minuttin seinni fekk hann eitt óskiljandi gult kort fyri at leypa upp eftir einum bólti saman við einum KÍ-verjuleikara og vinna bóltin.

NSÍ var fleiri ferðir nær við at økja leiðsluna seinastu løtuna av hálvleikinum. Gango fekk júst prikað bóltin út fyri fótunum á Árna í 42. minutti. Og Gango var júst skjótari enn Jens í 44. minutti. Eitt gott innlegg frá Árna mundi rokkið Jens í 45. minutti, og Klæmint høvdaði eitt annað innlegg frá Árna uppum í sama minutti.

Fyrri hálvleikur hevði verið undirhaldandi við góðum álopsspælið báðar vegir. Havandi seinastu dystirnar í huga, ivaðist man eitt sindur, um tað fór at verða nokk at hava eitt mál í skjáttuni til seinna hálvleik…

Yvirhøvur trýstið KÍ meira í seinna hálvleiki, men tað gav NSÍ góðar kontramøguleikar, sum væl kundi givið mál. í 54. minutti kontrar Klæmint, og endar tað við, at Jann Martin skjýtur beint upp um.

Klæmint varð feldur beint uttanfyri KÍ-brotsteigin í 58. minutti, og frísparki frá Árna fór á stongina. Árni hevði eitt skot framvið málinum í 67. minutti. Og Jens hevði eitt skot mitt fyri í 68. minutti.

Í 71. minutti eydnaðist tað innkomna Páll Klettskarð at javna fyri KÍ við einum fløtum skoti mitt fyri eftir innlegg úr teirra høgru síðu. Løtu seinni sendi sami maður eitt skot upp um.

Magnus kom á vølli fyri Klæmint. Í 75. minutti legði Magnus innfyri til Jens, men hann skjeyt við síðuna av. Og í 75. minutti senid Árni eitt innlegg til Jens, sum hann ikki rætiliga fekk stýr á. Debes kom inn fyri Jens í 77. minutti.

Jann Martin hevði eitt skot mitt fyri í 79. minutti, men Gango bjargaði tí. Og Magnus royndi seg somuleiðis við skoti í 80. minutti, sum Gango somuleiðis tók. í 82. minutti kom Andras inn fyri Ari.

Havandi kjakið har norðuri eftir HB-tapið mikudagin í huga var tað fyri heimaliðið kanska eitt ávíst poetiskt rættvísi í sigursmálinum hjá KÍ. Andy ætlaði sær framvið Monrad í høgru síðu. Monrad taklaði og vann bóltin og streyk avstað. Men dómarin dømdi av órøttum fríspark til Hjalgrím, sum so gav teimum endaliga málið…

Sjálvt málið var annars ok. Hjalgrím Elltør sendi eitt fríspark innfyri, og Páll Klettskarð skoraði mitt fyri.

Í seinast álopinum av dystinum vann NSÍ enn eitt horna, og valdi Kristian í eini seinastu roynd at fara framvið, men til fánýtis.

Samanumtikið kundi dysturin koppa báðar vegir. NSÍ var omaná, serliga í fyrra hálvleiki, men KÍ-liðið er ágrýtið og var omaná í seinna hálvleiki. Størri neyvleiki í kontrálopunum í seinna hálvleiki kundi eisini givið okkum sigurin.

Í mun til dystin móti KÍ í kappingini um Løgmanssteypið fyri 19 døgum síðani vóru vit nógv betri við í dag. Hóast tað er óhugaligt at tapa, hava vit tríggjar teir seinastu dystirnar víst, at álopsspælið hjá okkum riggar sera væl. Klæmint er heilt greitt besti áleypari í landinum í løtuni, og Árni sleppur ferð eftir ferð framvið verjunum í vinstru síðu. Nú skulu vit bert finna útav at binda ordiliga fyri, tá vit eru á odda.

Men framstig eru at síggja fyri hvønn dyst, og eftir 6 umfør hava vit enn ikki møtt nøkrum liði, sum vit ikki kunnu vinna á eina aðru ferð, tá vit møta teimum. So spennandi verður at fylgja liðinum komandi dystirnar. Næsta fríggjadag taka vit móti Víkingi við Løkin.

Drívið á dreingir!

NSÍ: Kristian, Monrad, Helgi, Pál, Sjúrður, Ari (82′ Andras), Óli, Jann Martin, Árni, Jens (77′ Debes) og Klæmint (71′ Magnus)

KÍ-NSÍ 3-2
10′ 0-1 Jann Martin Mortensen
17′ 1-1 Filip Djordjevic
28′ 1-2 Klæmint A. Olsen
39′ gula Klæmint A. Olsen
50′ gula Jógvan Isaksen
53′ gula Árni Frederiksberg
59′ gula Filip Djordjevic
65′ gula Heðin Klakstein
71′ 2-2 Páll A. Klettskarð
82′ 3-2 Páll A. Klettskarð
84′ gula Andras Frederiksberg
87′ gula Jann Martin Mortensen
90′ gula András Gángó

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.

[nggallery id=207]

Líknandi tíðindi