Betri-liðini

Fjepparin: Jóhan Johannesen

Hann er millum ídnastu fjeppararnar hjá NSÍ, altíð at finna í nánd av trummuni og upplivdi at 16.000 fjepparar hjá mótstøðuliðinum klappaðu fyri honum uttanfyri Craven Cottage seinasta summar.

Navn og aldur?
Jóhan Johannesen, 26 ár

Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar?
Eg hevði fast pláss fyrr. Tættari miðstrikuni jú betri var tað, men nú havi eg fast pláss har, ið trummurnar eru.

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Eg var málmaður fram til dreingir, so takkaði eg fyri meg.

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Áhugin man nokk vera komin, tá Andy Olsen fekk meg við at venja við NSÍ, sum 4-5 ára gamal.

Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Har eru sera nógvir at taka av. Jens Martin Knudsen hevur altíð verið ein av yndisleikarum hjá mær, eisini má eg nevna Andy Olsen, tí eg havi altíð kent hann, og sæð hann spælt øll hesi ár. Yndisleikari er faktiskt alt liði. Eg trúgvi uppá ein og hvønn á liðinum, og eg veit at teir fara at bera okkum langt.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
2007 má nokk vera tann størsta løtan fyri øll, tá vit blivu Føroya meistarar. Men eisini má nevnast, tá vit vóru í London á Craven Cottage. Sjálvt um dysturin endaði 3-0 til Fulham, var tað eitt heilt fantastiskt upplivilsi, og tá dysturin var liðugur, og vit vóru komin út av stadium, komu umleið 16.000 Fulham fjepparir klappandi fyri, at vit høvdu stuðla okkara liði so væl. TAÐ VAR FANTASTISKT !!!!!

Størsta styrkin hjá NSÍ?
NSÍ er farið til at nýta egið tilfar, og tað sær ótrúliga spennandi út. Styrkin hjá liðinum má nokk vera, at teir ikki bakka fyri nøkrum liði og berjast til síðsta bríksl.

Leygardagin møta vit KÍ í Klaksvík. Hvussu vildi tú lýst KÍ sum mótstøðulið?
KÍ hevur ikki fingið tí bestu byrjanina uppá kappingarárið, og eru svangir eftir at vinna sín fyrsta dyst í Effo-deildini. Teir hava nógvar góðar leikarar á liðinum, sum t.d. Hjalgrím, Kristoffur og Andy, sum kunnu gera nógv fyri KÍ-liðið. Men einki lið í Føroyum kann undurvurdera eitt lið sum KÍ, tí teir kunnu vinna á øllum.

Hvat væntar tú, úrslitið verður leygardagin?
Eg vænti ein sera tættan dyst, men okkara menn klára at koppa dystinum, og vinna dystin 3-0. Klæmint 2 mál og Árni 1 mál.

KOYR Á NSÍ!!!!! NSÍ WE LOVE YOU! NSÍ WE DO!

Líknandi tíðindi