Betri-liðini

Tað bleiv KÍ í steypakappingini

Í 3-2 sendingini í kvøld var lutakast um, hvørji lið hittast í innleiðandi umfarinum og fyrsta umfari av kappingini um Løgmanssteypið.

NSÍ skal til Klaksvíkar at spæla móti KÍ í fyrsta umfarinum, sum verður leikt mánadagin 9. apríl, t.v.s. Annan Páskadag.

Lutakastið endaði annars soleiðis:

Innleiðandi umfarið leygardagin 24. mars:
FF Giza/FC Hoyvík – MB
Undrið FF – Royn

Fyrsta umfar mánadagin 9. apríl:
Undrið FF ella Royn – B71
KÍ – NSÍ
FC Suðuroy – Skála
AB – FF Giza/FC Hoyvík ella MB
TB – HB
B68 – 07 Vestur
Víkingur – B36
ÍF – EB/Streymur

Líknandi tíðindi