Felagið

ÌF:Innandura fótbóltskapping í Ìtróttarhøllini á Kambsdali 25-26 Februar

ÍF skipar fyri innandura fótbóltskapping  í Ítróttahøllini á Kambsdali leygar- og sunnudagin 25. og 26. februar.

Aldursbólkar:

Pinkur (f. 2002-05)

Gentur (f. 2000-01)

Smágentur (f. 1998-99)

Kvinnur (f. 1997-)

Pinkulingar (f. 2004-05)

Smápiltar (f. 2002-03)

Piltar (f. 2000-01)

Smádreingir (f. 1998-99)

Dreingir (f. 1996-97)

Unglingar (f. 1993-94-95)

Opin Kapping (les nærri longur niðri)

Í aldursbólkunum dreingir, unglingar og kvinnur eru 4 leikarar, málveji íroknaður. Við hinum liðnum leika 5 leikarar, málverji íroknaður. Loyvt er at hava ein skiftisleikara.

Heiðurmerkir verða latin til nr. 1, 2, 3 í hvørjum aldursbólkið.

Kostnaðurin fyri hvørt lið er kr. 300,00.

Opin kapping

Kapping fyri øll vaksin, har ongar aðrar treytir eru enn, at tú skalt verða fylt/ur 16 ár. 4 leikarar eru á vøllinum í senn, og loyvt er hava ein skiftisleikara.

Heiðursmerkir og steyp verða latin til nr. 1, 2, 3.

Tilmelding á tlf. 444845 ella 444135 ella við t-post til [email protected] áðrenn hósdagin 23. februar kl. 20.00.

Allar kappingar eru treytaðar av, at minst 4 lið eru tilmeldaði hvønn einkultan aldur. Kunngjørt verður á www.if.fo mikudagin 24. februar, hvussu nógv lið eru tilmeldað hvønn einstakan aldursbólk.

Kostnaðurin fyri hvørt lið er kr. 500,00.

 

Líknandi tíðindi