BN Cup 2012: Sera væl eydnað innandurakapping

Gott 350 leikarar úr 62 liðum myndaðu ta sera væleydnaða innandurakpappingina BN Cup 2012, sum varð hildin í Ítróttarhøllini í Runavík leygardagin.

Lagt var til brots leygarmorgunin kl 09.00 og hildið varð fram til leygarkvøldið kl 22.00.

Kappingin gekk skjótt og væl og ein rúgva av foreldrum, systkum, ommum og abbum og øðrum avvarðandi at leikarum, fingu eia góða løtu saman bæði til álvara og gaman.

Leikarnir komu úr/av Havn, Argjum, Sundalagnum, Eiði, Eysturkommunu, Klaksvík, Fuglafjørði, Toftum og Runavík og spælt var í hesum kyns/aldursbólkum: Pinkur, G.10-12 ár, g.12-14 ár, pinkulingar, smápiltar,piltar og smádreingir.

Tey liðini sum vunnu gull, silvur og bronsu í teimum ymisku aldursbólkunum vóru

Pinkur:

1. FC Sankta Frans  2. Víkingur 3. AB og 4. Bieber Girls

Gentur 10-12 ár:

1. Víkingur 2. B36 3. Havnagellurnar

Gentur 12-14 ár:

1. FC Gøta, 2. B68 3. Red Tigers

Pinkulingar:

1. Barcelona 2. FC Kambur  3. EB/S

Smápiltar:

1. Manchester United 1.  2. KÌ 3. Víkingur 1

Piltar:

1. ÌF 2. KÌ 01  3. Alfa

Smádreingir:

1. Ajax WC Reins  2. FC Eikin 3. NSÌ

Høvuðsstuðul til kappingina var Bank Nordik. Ungdómsdeildin hjá NSÌ takkar Bank Nordik hjartaliga fyri stuðulin.

Stór tøkk til tey sum hjálptu so væl til, tey sum gjørdu mat, dómarir, klokkufólk, fólk til uppsetan/niðurtakan av girðingum og annars øllum sum rættu eina hjálpandi hond. Uttan tykkara góðu hjálp ber illa til at skipa fyri eini so stórari kapping.

Næsta innandurakapping sum ungdómsdeildin skipar fyri verður í fyrstu viku í november í ár.

Øllum verður ynskt eitt framhaldandi gott kappingarár.

 

Vegna ungdómsnevndina hjá NSÌ

Egil Olsen formaður

Líknandi tíðindi