Betri-liðini

Kári Reynheim skal venja NSÍ

NSÍ og Kári Reynheim hava gjørt sáttmála, ið hevur við sær, at Kári verður høvuðsvenjari hjá NSÍ kappingarárið 2012.

Kári er 47-ára gamal. Hann er vælkendur sum leikari her heima og í Norra. Hann var somuleiðis ein landsliðskempa.

Hann var venjari hjá Vodafoneliðinum hjá B71 í 2001, men annars hevur hann verið venjari hjá Fram, og tey síðstu tvey árini hevur hann verið unglingavenjari hjá AB. Hann hevur eisini roynt seg sum venjari í Norra.

NSÍ ynskir Kára vælkomnum í felagið, og ynskir honum hepna hond við Vodafoneliðinum komandi ár.

Hagtøl hjá Kára sum venjara á faroesoccer.com

Hagtøl hjá Kára leikara á faroesoccer.com

Líknandi tíðindi