3 stig á Eystanstevnu

Teir fyrstu 20 min hendi ikki tað stóra. NSÍ royndi at spæla og 07-Vestur lá aftarliga á vøllinum og koyrdu uppá umstilling. NSÍ royndi at spæla sítt kenda fótbóltsspæl, men tað var ringt í byrjanini at fáa at koyra, tí 07-Vestur lógu so aftarliga á vøllinum og bara bíðaðu eftir NSÍ-liðinum, fyri síðani at sláa kontra.

Í 23. min riggar ein kontramøguleiki hjá 07-Vestur. Ein langur bóltur kemur inn frá vinstru síðu og endar fyri føturnar á Tór Ingar hjá 07-Vestur. Hann setur beina kós ímóti NSÌ málinum, og inni í brotsteiginum ger Pól Jóhannus tað óhepna, at hann fellur Tór Ingar. Dómarin dømir brotspark. Brotsparkið verður Edward Ble settur at taka, og hann setur bóltin sikkurt í netið. 1-0 til 07-Vestur.

Í 33. min koyrir spælið hjá NSÍ betri. Og royna okkara menn at spæla fótbólt sum vit kenna at NSÌ liðið kann. Men tað er ringt at koma allan vegin upp til málið, tí 07-Vestur liggur bert og bíðar aftarliga á vøllinum, at NSÍ skal missa bóltin fyri so at umstilla hinvegin.

Í 42. min fær Árni Frederiksberg fríspark uttanfyri 07-Vestur brotsteigin. Andy Olsen verður settur at skjóta, men hann rakar múrin og meir spyrst ikki burturúr hesi støðu. Herfrá og inntil hálvleik hendi ikki tað stóra.

Í steðginum vóru teir mongu áskoðararnir, sum vóru til dystin, eina uppliving ríkari, har vakra sprundi hjá Magnus Olsen, Elly Lind Jóanesarson, undirhelt við dansi. Tey skulu giftast um 2 vikur og teimum verður ynskt alt tað besta framyvir.

Í 46. min byrjar dysturin sum áðrenn steðgin, har NSÍ til tíðir skapar gott fótbóltsspæl. NSÍ roynir at skapa dystin fyri at fáa mál. Hetta trýstið sum NSÍ leggur gevur úrslit í 48. min, har Árni Frederiksberg fær bóltin stutt uttanfyri brotsteigin hjá 07-Vestur. Við góðari temjing, vending saman við einum praktfullum skoti, javnar hann til 1-1.

Spælið hjá NSÍ blívur alt meira samanhangandi og menn láta til at vilja sigra hendan stevnudag, og tað er um reppið fleiri ferð, at NSÍ fær bóltin í kassan.

Í 56. min riggar ein umstilling hjá 07-Vestur. Jens Joensen fer inn og steðgar álopinum og fær gult kort. Fríspark verður tikið sera hegnisliga av Tór Ingar hjá 07-Vestur, men okkara málmaður Kristian Joensen var sum ein køttur uppi í horninum og slóg bóltin út – fantastisk bjarging!

Alt í alt var dystargongdin hin sama. NSÍ royndi at skapa og spæla fótbólt, og teir gjørdu tað gott fyri tað mesta. Kjansirnar blivu naskari og naskari, og tað hoyrdist á fjøldini, sum vóru uppmøtt, at her var sigur í væntu. Hetta hendi í 73. min, tá ið Einar eftir sera gott fríspark í vinstru síðu, rakar høvdið á Pól Johannus, sum takkar fyri hetta fantastiska innlegg og setur bóltin svikaliga sikkurt í netið.

Í síðstu roynd at broyta dystargongdina, fremur 07-Vestur eina dupulta innskifting við vón um at frískar kreftir kunnu hótta NSÍ liðið. Men hetta er ikki tilfeldið, har NSÍ bara eru ov sterkir til 07-Vestur.

Í 78. min kemur bert 16 ára gamli Meinhard Olsen  sum eftir øllum munnum er eitt stórtalent og sera spennandi at fylgja í framtíðini, inn fyri Árna Frederiksberg. Hann ger tað gott ta løtuna hann er inni.

Teir írestandi min av dystinum vóru eitt sindur umskiftiligir, har 07-Vestur ger sítt seinasta sprell fyri tað eina stigið, men tað eydnaðist teimum ikki, tí NSÍ vóru bara for sterkir á heimavølli á Eystanstevnu ídag.

Dysturin endar 2-1 til NSÍ.

Teir, ið byrjaðu inni fyri NSÍ: Kristian Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Jens Joensen, Jonhard Frederiksberg, Einar Tróndargjógv Hansen, Sjúrður Jacobsen, Andras Frederiksberg, Árni Frederiksberg, Jan Martin Mortensen, Andy Olsen, Klæmint Olsen.

Innskifting: Meinhard Olsen í 78. min.

 

Skrivað av: Harry Knudsen

Myndir: Johnny Lamhauge

[nggallery id=233]

Líknandi tíðindi