Kom og heilsa uppá hópin eftir fyrsta venjingardystin

Nú leygardagin 4. feb kl. 12.00 spælur NSÍ fyrsta venjingardystin í ár, móti AB heima við Løkin.

Aftaná dystin verður høvi at heilsa uppá leikarar og venjarar í hølinum.

Tað ber til at keypa sær ein kaffimunn, og eisini verður høvi at keypa árskort.

Sum nakað nýtt kann man keypa sær eitt pláss á klokkuveggin.

Vinarliga

Starvsnevndin

Líknandi tíðindi