Betri-liðini

Kristian, Andras og Árni úttiknir til U-21 landsliðsdystin móti Írlandi

Føroysku U21-landsliðsvenjararnir, Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham hava úttikið 18 leikarar til EM-undankappingardystin móti Írlandi, sum verður á Svangaskarði mikukvøldið 14. august, kl. 19:00.

Úr NSÍ eru Kristian Joensen, Andras Brixen Vágsheyg og Árni Frederiksberg úttiknir. Heimasíðan ynskir Kristian, Andras og Árna hjartaliga tillukku við úttøkuni og góða eydnu.

Leikarahópurin til Írlands dystin sær soleiðis út:

Málverjar:
Kristian Joensen, NSÍ Runavík
Hallgrím G. Hansen, ÍF Fuglafjørður

Verjuleikarar:
Bárður Hansen, Víkingur
Rene S. Joensen, Brøndby IF (DK)
Sonni Ragnar Nattestad, FC Midtjylland (DK)
Hørður Askham, B36 Tórshavn
Andras Brixen Vágsheyg, NSÍ Runavík
Pál Mohr Joensen, HB Tórshavn
Ivan Joensen, KÍ Klaksvík

Miðvallarar:
Beinir Ellefsen, AB Argir
Bogi R. Petersen, ÍF Fuglafjørður
Rógvi Joensen, TB Tvøroyri
Árni Frederiksberg, NSÍ Runavík
Eli Falkvard Nielsen, 07 Vestur

Framherjar:
Gilli Sørensen, B36 Tórshavn
Ari Ó. Ellingsgaard, ÍF Fuglafjørður
Gunnar Zachariassen, EB/Streymur
Poul Ingason, TB Tvøroyri

Dysturin verður sum áður nevnt mikukvøldið 14. august, kl. 19.00, og til ta tíð verða møguliga tveir leikarar afturat úttiknir til føroyska U21-landsliðshópin.

Kelda: www.fsf.fo

Líknandi tíðindi