Leikarin: Árni Frederiksberg

Navn: Árni Frederiksberg
Føddur: 13.06.92
Hagtøl hjá Árna á faroesoccer.com
Stað á vøllinum: Álop ella miðja
Høgra ella vinstra bein: Helst vinstra men anars bæði
Starv: Arbeiði á Bakkafrost
Frítíðarítriv: Spæla FIFA, Football Manager og at sparka innadura
Yndis matur: Ræst kjøt og røreggið hjá ommu
Yndis tónleikur: Country tónleikur
Yndis sjónvarpssending: Criminal Minds og fótbóltur
Títt fyrsta fótbóltsminni? Eg minnist, at eg fekk einar gaggur við autografini hjá Peter Scmeichel. Og so minnist eg eisini, at eg dugdi nøvnini á øllum Manchester United leikarunum: Vit hava okkurt heimavideo, har eg jongleri við bóltinum, meðan babba sigur nummarið hjá United-spælarum, og eg sigi navnið á spælaranum, sum hevur tað nummarið.
Føroya besti leikari? Hjalgrím Elttør
Heimsins besti leikari? Beckham
Yndislið í Premier League: Liverpool
Hvør er stuttligasti leikarin, tú hevur spælt saman við? Per Langgaard
Harðast undir venjing? Jens Joensen
Hevur tú nakra damu? Nei
Seinasti filmurin tú sá? I am number four
Yndis teknifilmur? Madagaskar
Yndis grønsak? Hati grønsakir, men um tað skal vera, so gularót
Hvar dámar tær at ferðast? Onkustaðni suðureftir – til sól og svimjing
Hvat er tín yndis keks/kaka? Leggi einki í slíkar
Yndis sodavatn? Coca cola
Hvat kostar ein mjólkapakki? kr. 11,50
Te ella kaffi? Kaffi
Dugir tú at binda slipsaknút? Nei

Myndir: Birita Hansen

[nggallery id=193]

Líknandi tíðindi