Jóhan Troest Davidsen hevur longt sáttmálan    

Nú er greitt at Jóhan Troest Davidsen spælir við NSÍ í 2022. Jóhan telist ímillum teir royndastu leikararnar í hópinum, og hevur spælt útvið 350 dystir í bestu deildini. Tí gleðast vit um at Jóhan tekur enn eitt tørn fyri NSÍ, og kemur Jóhan við sínum royndum heilt víst, at verða ein týdningarmikil leikari í 2022, og kemur eisini at verða ein góður stuðulsleikari fyri okkara ungu menn í hopinum. Jóhan fekk ein knæskaða seinasta kappingarár, men hevur vant uppaftur, og er púra klárur til eitt spennandi kappingarár. Sjálvur sigur Jóhan at hann er spentur og gleðir seg at stríðast fyri NSÍ.

Vit eru fegin um at Jóhan velur at halda á at stríðast fyri NSÍ, og ynskja honum góða eydnu í komandi kappingarárið.

Líknandi tíðindi