Formansfrágreiðing frá Aðalfundinum

Gott kvøld øll somul

So stóð eg aftur her, og skal hava eina formansfrágreiðing fyri seinasta árið.

Fyri meg er tað ein æra at standa her sum formaður í NSÍ. Eitt felag sum eg eri góður við, eitt felag sum hevur givið mær óteljandi góðar løtur ígjøgnum alt mítt lív, tí er tað við gleði at eg royni at geva eitt sindur aftur til felagið. Eg eri klárur yvir at tað ikki eru øll, sum altíð eru samd um tær avgerðir, sum eru tiknar í felagnum, men eg skal undirstrika eitt beinavegin, at tá nevndin í felagnum tekur eina avgerð um okkurt, so er tað væl grunda, og altíð gjørt í bestu meining, og altíð eftir tí sum nevndin metir er best fyri felagið. Vit eru vald inn í nevnd at gera okkara besta, og arbeiðssetningurin stendur greitt í viðtøkunum:

Starvsnevndin, ið er hægsti umsitingarmynduleiki, eigur at hava sum stevnumið at stjórna og umsita felagið á skynsamasta hátt eftir viðtøkum samtyktar á aðalfundi.
Eisini skal starvsnevndin skapa so góðar umstøður ið til ber fyri felagið.

Hettar er arbeiðssetningurin, sum vit sum nevnd hava at arbeiða útfrá, og royna vit eftir besta førimuni altíð at gera okkara besta. Leggjast skal avtrat at nevndin í NSÍ situr ólønt, og er alt arbeiði sum nevnd ger, bert av áhugað og tí at vit eru góð við felagið.

Seinasta kappingarár so eru nógv góð ting at taka við sær. Ungdómsarbeiði hevur verið uppraðfest, og saman við góðum venjarum og foreldrum, hevur ungdómsarbeiði borið ávøkst, og fer at bera ávøkst víðari. Tað eru altíð viðurskifti sum kunnu betrast, og tað er natúrligt. Felagið fer framyvir at royna at betra enn meira um ungdómsarbeiði, og byggja uppá. Tað skal verða gott og stuttligt hjá øllum at koma til venjing í felagnum, vit skulu stremba eftir at verða best.

Havi skilt at foreldur og venjarar ynskja at stovna ein ”ungdómsbólk”, sum foreldur sjálv koma at velja umboð í á einum felagsforeldrafundi, hettar er gott og kemur heilt víst at syrkja enn meira um alt arbeiði ímillum børnini, og kemur eisini at styrkja um NSÍ familjuna. Starvsnevndin tekur fult undir við hesi ætlan, og í starvsnevndini kemur at verða ein persónur, sum verður limur og kontaktpersónur fyri ungdómsbólkin.

NSÍ hevur nú í 2 ár havt lið í bestu kvinnudeildini. Úrslitini hava verið góð hesi bæði árini. 2 silvur medaljur í landskappingini, nr 2 í steypakappingini í 2020 og steypavinnarar í 2021. Ein góð  byrjan fyri kvinnufótbólti í felagnum, og eru øll glað og stolt um hesa góðu byrjan. Málið er sjálvandi at blíva við at byggja uppá, og er tað gott fyri tær yngru gentirnar, sum spæla fótbólt í felagnum, at hava eitt Betri lið hjá kvinnum at síggja upp til. Vit vóna at vit í framtíðini koma at uppala fleiri leikarar, sum seinni koma at spæla á besta kvinnuliðnum hjá NSÍ.

Betri menn høvdu í 2021 eitt rímuligt kappingarár, tað eydnaðist at blíva nr 4 í kappingini, umframt at NSÍ var partur at steypafinaluni, sum vit tíverri taptu. Í Evropa var móstøðan stór, og endaði NSÍ í Finlandi at spæla ímót FC Honka, vit megnaðu at spæla javnleik 0-0 á útivølli, men taptu tíverri retur dystin á Svangaskarði 3-1. So tað eydnaðist ikki at spæla seg víðari í kappingini, sum altíð er ein málsetningur fyri felagið.

Leggjast skal avtrat at felgið hevur havt onnur lið í gongd seinasta kappingarár, og at U21 vann gull og taptu steypakappingin. Felagið hevði eisini eitt oldboys lið (45 +) sum vann gull, og tvey 3 deildarlið, 2 deildarlið og 1 deild. Umframt hettar hevur felagið havt lið í øllum aldursbólkunum í ungdomskappingunum, tó ikki í G18 gentum. Leggjast kann avtrat at komandi ár, hevur felagið lið í øllum deildum, umframt øllum ungdomskappingum.

So tað er gleðiligt at vit hava havt so nógv íðkandi, og vónandi verða enn meira sum koma at spæla fótbólt í 2022.

Áðrenn eg seti meg niður aftur, so ynski eg líka at nevna hettar. Framtíðin hjá felagnum sær gott út, vit hava ein sera góðan lokalan hóp á Betri liðnum. Tíðin er búgvin til at vit tora at seta við, og geva okkara góðu ungu monnum møguleikan at prógva seg. NSÍ hevur ein fantastiskan hóp, sum so at siga bert eru uppaldir leikarar, og hettar skal verða okkara stoltleiki, at vit fara at brúka í mest møguligan mun leikarar, sum eru uppaldir í NSÍ. Eitt gott og sunt ungdómsarbeiði skal verða bulurin fyri besta liðnum, bæði tá talan er um menn og kvinnur í felagnum. Tað fer heilt víst at síggjast aftur um heilt stutta tíð, at felagið satsar meira lokalt, og vón okkara er at øll koma at standa saman um hettar, og koma at stuðla felagnum. Tað er júst nú at tørvur er á jaligum fólki, og góðum stuðlum. Um øll standa saman um felagið, so sær framtíðin sera spennandi út.

Fari at enda við at siga takk til øll, sum hava hjálpt til í NSÍ, takk til stuðlar, venjarar, leikarar, hjálparfólk, øll eiga eina hjartans tøkk fyri góða hjálp og stuðul. Fari eisini at takka teimum nevndarlimum, sum í dag steðga í nevnd fyri sera gott samstarv.

Fari at enda við hesum orðum, sum eg vóni at nógv kundu tikið til sín.

Spyr ikki hvat eg kann fáa frá NSÍ. Spyr heldur hvat kann eg gera fyri NSÍ. Vón mín er at hettar er hugburðurin, tí tørvur er á allari hjálp í felagnum. So minnist til hesi orðini: HVAT KANN EG GERA FYRI NSÍ?

Takk fyri.

Líknandi tíðindi