Jann Martin dagsins maður móti KÍ

Tit hava valt Jann Martin til dagsins mann í 4-2 tapinum í dystinum í steypakappingini móti KÍ í Klaksvík 2. páskadag. Jann Martin fekk tilsaman 28 % av teimum 148 givnu atkvøðunum. Jann Martin leikti enn ein góðan dyst mitt á miðjuni og skoraði eisini fyrra málið fyri NSÍ.

Óli Arge fekk næstflestar atkvøður við 12 %, meðan Kristian fekk triðflestar við 10 %.

Í morgin kl. 15 er fyrsta grannauppgerðin móti B68 í ár á skránni á Svangaskarði. Vónandi møta nógv viðhaldsfólk.

[poll id=”30″]

Líknandi tíðindi