Æðuvík og Saltangará komu víðari

Hóskvøldið 12. apríl var fyrsta umfar í spurnarkappingini ”Av Skipanesi til Æðuvíkar” avgreidd í Løkshøll í Runavík. Karmarnir vóru frálíkir, listaframsýning á gongini og NSÍ tónar úr høllini.

Fyrsta dysturin var millum Æðuvík og Skipanes. Tað var alt fyri eitt, at Æðuvík legði seg á odda, og leiðslan helt allan vegin. Æðuvík var tí fyrsta liðið at vinna sær sæti í hálvfinaluni.

Seinni dysturin var millum Rituvík og Saltangará. Eins og í fyrra dystinum, so legði annað liðið seg greitt á odda beinanvegin. Liðið úr Saltangará vísti seg at vera sera sterkt, og fingu teir eisini nógv stig. Hæddarpunktið áttu tó rituvíkingar. Teir høvdu yrktan tátt, sum teir sera trygt og vakurt kvóðu. Hetta gav teimum eisini 5 stig, sum tó ikki rakk til hálvfinalupláss.

Í hálvleikunum undirhildu Barbara Gaardbo og Oddmar Nielsen við tónleiki og sangi. Tað er ikki ov nógv sagt, at tey bæði bergtóku áhoyrarafjøldina, Barbara við sangi, og Oddmar við gittarspæli.

Vespuinnsløgini vóru ikki gloymd. Vertirnir báðir, Jonhard og John, høvdu fyrst Kára Reynheim og Sjúrð Jacobsen sum gestir. Í seinna innslagnum vóru Jens Joensen og Magnus Olsen gestir. Umframt at tosa um kappingarárið higartil og komandi dyst, so var eisini rúm fyri óvæntaðum spurningum.

Samanumtikið eitt frálíkt kvøld, og áhoyrararnir, sum vóru nógvir í tali, tóktust at stuttleika sær.

Komandi hóskvøld, 19. Apríl, verður so annað umfar á skránni. Tá møtast fyrst Lamba, mannað við fyrr- og núverandi borgmeistara og Søldarfjørður, mannaður við Ragnari Olsen og Jóannes Djurhuus. Hetta er lokaluppgerð, og hvørki av liðunum megnaði at vinna sær pláss í hálvfinaluni í fjør. Men nú verður tað so annað.

Seinni dysturin hetta kvøldið verður millum verandi meistarar av Glyvrum og Runavík. Bæði hesi liðini luttóku í hálvfinaluni í fjør. Hesaferð hevur Torbjørn Jacobsen fingið Bill Justinussen við á liðið, meðan Runavík hevur júst somu manning sum í fjør, teir báðar Sunleiv Højgaard og Eyðun Gaardbo.

Nærri upplýsingar um tiltøkini eru at finna inni á www.facebook.com/AvSkipanesiTilAEduvikar, har fyriskipararnir hava stovnað ein bólk.

Vit gleða okkum til hóskvøldið. Saman standa vit sterk.

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.

[nggallery id=204]

Líknandi tíðindi