HB-NSÍ 3-2

Nógv fólk høvdu leitað sær oman í Gundadal til dyst á ólavsøku tann 29. Juli. Í hesum samanhangi, var talan um dystin millum HB – NSÍ. Og lat tað verða sagt beinanvegin, talan var um ein rættiliga javnan og málríkan dyst.

Liðið hjá NSÍ varð mannað við hesum leikarum: Kristian – Einar – Jens – Andras B. – Jonhard – Andy – Karl – Pól Jóhannus – Jann Martin – Árni – Klæmint.

At hetta var fyrsti dystur hjá NSÍ eftir steðgin, var møguliga til at síggja, tí avleveringarnar vóru ikki so neyvar. Tó vísti tað seg at NSÍ stóð sera væl á vøllinum, og førdi hetta við til at HB hevði ógvuliga trupult við at stýra dystinum. Ikki nógvir málmøguleikar vóru at hóma í fyrra hálvleiki, men tó vísti tað seg at NSÍ høvdu tær naskaru royndirnar ímóti málinum. Í 21 min varð bóltur spældur inn um HB verjuna, Klæmint stríðist væl og úti í høgru síðu í brotsteiginum leggur hann bóltin flatt innfyri, men tíverri vóru ikki nakrir NSÍ leikarar inni feltinum sum fekk fótin á bóltin og tískil spurdist einki burturúr tí støðuni. Tá ið 32 minuttir vóru leiktir, leggur Einar ein góðan bólt inn fyri frá vinstru, Klæmint fær høvdið á bóltin, men tíverri bjargaði málverjin hjá HB. Tað vísti seg at NSÍ sat á dystinum, og tá ið 35 minuttir vóru leiktir, fær Jann Martin bóltin í vinstru síðu, trekkir fram og leggur bóltin afturfrá til Karl sum skjýtir, men uppum. Eftir hetta var ikki tað stóra sum hendi, og farið var til hálvleiks við støðuni 0-0.

Um fyrri hálvleikur byrjaði róliga, so var støðan hin øvugta í seinna hálvleiki. Í 46 minutti verður Jann Martin spældur fríur av Árna, hann leggur bóltin flatt innfyri frá høgru síðu í brotsteiginum, men málmaðurin hjá HB leggur seg niður og tekur hann. Tá ið 50 minuttir eru farnir vinnur Karl bóltin aftanfyri miðjuna og NSÍ fara í skjótt mótálop. Bólturin verður spældur skjótt frameftir, og tað endar við at Árni leggur bóltin inn fyri frá vinstru, Jann Martin rennur fram ímóti, men skotið frá trýstum vinkli, rakar á stongina og aftur á málmannin. Ein hevði kenslu av sum NSÍari hesa løtu, at hesum dysti var væl gjørligt at fáa stig heimaftur við sær.

So hendi tað sum man ikki vónaði fór at henda. Eftir uppspæl frá verjuni verður bólturin spældur niðan á Einar sum er staddur á vinstru síðu á miðjuni. Einar verður trýstur av HB leikara, og ger av at leggja bóltin aftur. Trupulleikin var tó at verjan var á veg fram, og hesa støðu lesir Símin Samuelsen væl. Hann gerst púra fríur ímóti Kristian, og leggur bóltin í netið til 1-0 til HB. NSÍ valdi tó ikki at geva skarvin yvir. Tá ið 65 minuttir vóru leiktir framdi Heðin Askham sína fyrstu útskifting sum NSÍ venjari. Jann Martin fór út fyri Magnus. Tá ið 69 minuttir vóru farnir, vinnur NSÍ sær fríspark beint uttanfyri brotsteigin. Klæmimt skjýtir væl, men málmaðurin bjargar og koyrir bóltin út til horna. Horna verður lagt væl innfyri, og eftir eitt sindur av mannligum stríðið inni í feltinum, endar tað við at Pól Jóhannus skorar til 1-1.

Tá ið 73 minuttir vóru farnir, gerst støðan 2-1 til HB. Símin Samuelsen fær einaferð enn, sum so mangan, bóltin úti í vinstra borið, sleppur at reka allan vegin inn í brotsteigin, trekkir forbí tveir NSÍ leikarar og smekkar bóltin í netið til 2-1. Tá ið 80 minuttir vóru farnir, ger NSÍ eitt fríspark beint uttanfyri brotsteigin. Símin Samuelsen verður settur at skjóta, og verður bólturin lagdur hegnisliga uppum múrin og í netið til støðuna 3-1. Nú skuldi ein trúð at teir gulu fóru at geva upp, men stríðsandin var tó til staðar. Hetta gav eisini úrslit tá ið 86 minuttir vóru leiktir, tá ið Klæmint spælir Árna púra frían, og Árni leggur bóltin forbí málmannin til støðuna 3-2. NSÍ royndi at satsa seinastu løtuna, við at seta unga og nýggja Harald Højgaard inn fyri Karl. Tað skuldi tó vísa seg at vit ikki fingu fleiri møguleikar, og tískil vann HB ólavsøkudystin 3-2 á NSÍ. Tó haldi eg at sigast kann, at góðar taktir vóru vístar í hesum dysti.

Saman standa vit sterk!

Líknandi tíðindi