ÍF er Eysturoyarmeistari: ÍF-NSÍ 5-1

ÍF og NSÍ leiktu finalu í Eysturoyarkappingini í Fuglafirði í kvøld. Tá avtornaði, vann ÍF heili 5-1, eftir 2-1 leiðslu í hálvleikinum.

Talan var um venjingardyst, so nógvar útskiftingar vórðu gjørdar. Hjá NSÍ byrjaðu hesir inni: András, Monrad, Justinus, Jens, Rógvi, Debes, Jann Martin, Andras, Árni, Andrias og Ari. Í seinna hálvleiki komu Kristian, Sjúrður, Magnus, Klæmint og Bárður á vøllin.

ÍF byrjaði betur og legði seg á odda við beinleiðis frísparki, tá einir 7 minuttir vóru farnir. Síðani tók NSÍ meiri yvir, men tá einir 5 minuttir manglaðu av fyrra hálvleiki, legði ÍF seg á odda 2-0. NSÍ svaraði beinanvegin aftur, tá eitt innlegg varð beint í egið mál. Hálvleiksstøðan var sostatt 2-1 til heimaliðið.

Tað gekk javnt á fyrra part av seinna hálvleiki. NSÍ royndi at finna útjavnandi málið. Men í staðin skoraði ÍF í umleið 72., 76. og 84. minutti. Hetta seinasta við brotssparki.

Sum heild var dysturin undirhaldandi, og hóast 5-1 er í so nógv at tapa, kundi NSÍ saktans havt fingið onkur mál aftrat; onkur bóltur rakti træverkið og eini tvær ferðir varð dømt fyri rangstøðu, tá NSÍ hevði skorað.

Næsta vikuskifti eru venjingardystir á skránni í Klaksvíkskappingini. Leygardagin kl. 13 spæla vit fyrra dystin móti EB/Streymi, og sunnudagin verður so seinni dysturin; móti KÍ ella B36.

Onkur videobrot frá dystinum í dag koma seinni.

Líknandi tíðindi