Giza Hoyvík skipar fyri Eik Street FM 2013

Leygardagin 24. august 2013 skipar Giza Hoyvík í samstarv við FSF og EIK fyri EIK Street FM 2013 á økinum kring Tórsvøll.

Kapping er deild í aldursbólkarnar U8, U10, U12 og U14, og er sjálvandi fyri bæði gentur og dreingir. Heiðursmerkir eru til nr. 1, 2, 3 í hvørjum aldursbólkið.

Leikarar: 4 útileikarar + málverja + møguligan skiftisleikara.

Kostnaður: 200 kr. pr. lið.

Tilmelding á tlf. 73 74 25 ella [email protected] seinast hósdagin 21. august 2013.

Á Tórsvølli vera hendan dagin eisini allar steypafinalurnar spældar, og tí verður eisini stórt fótbóltsbarnaland á økinum.

Har m.a. verður møguleiki at luttaka í dribli, skot og jongleri kapping, har vinnarin fær møguleikan at vera maskottur til ein av landsdystinum í heyst.

Tað er ókeypis at royna seg í fótbóltslandinum.

Líknandi tíðindi