Eitt stig í tættari grannauppgerð: B68-NSÍ 1-1

Dystarfrágreiðing við Eyðun Gaardbo:

Grannauppgerðin í góðveðrinum á Svangaskarði í dag endaði við javnleiki og samanumtikið mundi tað eisini vera á eini leið, hóast bæði lið høvdu møguleikar at avgera. Okkara liðuppstilling var broytt í mun til undanfarnu dystirnar. Pól Johannes og Helgi í miðverjuni, Viljormur á vinstra og Jens á høgra bakki, meðan Monrad var fluttur fram í høgru síðu. Andras, Óli og Jann Martin á miðvøllinum, Árni vinstrumegin og Klæmint heilt frammi.

Dysturin var – hóast góð líkindi – ikki væl leiktur og serstakliga nógvir tekniskir feilir vóru at síggja – serliga í fyrra hálvleiki. Kanska var tað nýggi vøllurin ið órógvaði, men tað sum fólk helst fara at minnast dystin fyri, vóru øll kortini – heili 12 íalt – 11 gul og 1 reytt og hetta hóast dysturin ikki uppá nakran máta var harðliga spældur. Tað er ikki sørt ørkymlandi, at linjan er so ymisk ímillum dómarar.

Fyrri hálvleikur var rímuliga javnur – men toftamenn høvdu leikliga yvirvág størra partin av hálvleikinum. Í 2. minutti eru teir ígjøgnum í høgru, men verjan fær blokkerað og bólturin fer til horna. Í 10. min. hava toftamenn roynd sum fer væl omanfyri. Í 16. min. sendir Viljormur góðan bólt fram til Árna á vinstra vongi – hann leggur innfyri til Klæmint, men verjan fær beint bóltin til horna. Í 22. min. er aftur gott uppspæl ígjøgnum vinstru, tá Pól Johannes sendir til Viljorm á høgra veingi, sum leggur inn til Jann Martin sum skjýtur omanfyri. Í 27. min. sendir Pól Johannes eina góða sending beint innum B68 verjuna til Klæmint, sum blívur leysur, men tá hann skal senda bóltin í handaru síðu rakar hann fótin á verjuleikara, so bólturin spakuliga fer beint framvið málinum til horna. Toftamenn høvdu eisini sínar møguleikar. Í 34. min. eru teir í góðari støðu, men skotið er ov veikt og Kristian loftar. Í 43. min. gerst Árni leysur í høgru síðu, dregur frameftir og sendir tvørturum – ætlar til Andrias, sum er púra leysur, men verjan kemur ímillum.

Sum heild um fyrra hálvleik kann sigast, at bæði lið høvdu nógvar hálvar møguleikar og vóru í góðum støðum uttan at duga at gagnnýta og 0 – 0 mundi vera á eini leið.

Spælið var munandi betri fyrra partin av seinna hálvleiki og NSÍ-ararnir løgdu bragdliga fyri. I 47. min. fáa vit fríspark frammi í høgru síðu, sum Jann Martin leggur innfyri har Pól Johannes er hægstur, men royndin endar hjá málverjanum. Í 52. min. hava vit aftur fríspark frammi í høgru síðu. Árni skjýtur hart og vælplacerað, málverjin í fulla longd, fær hondina á og bjargar útfrá, har Andrias roynir seg við skallara framvið.

Í 55. min. leggja toftamenn seg á odda. Uppspælið er ein long sending frá Jan Inga til Christian Høgna í høgru síðu. Hann dregur inn ímóti nærmaru stong og langar hart og flatt ímóti handaru í netið. 1 – 0 og ikki júst í tráð við leikgongdina annars fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, men soleiðis er fótbóltur.

NSÍ helt tó á at trýsta og í 58. min. eydnaðist at javna. Vit høvdu fleiri fylgjandi fríspørk í góðum støðum og aftaná eitt av hesum, kom bólturin útfrá til Helga, sum staddur nakað uttanfyri brotsteigin í høgru síðu, sendi ein neyvan bólt inn í brotsteigin til Klæmint, sum vendi sær, dróg einaferð og sendi bóltin í nærmara horn og so var 1 – 1.

Í 67. min. fekk Viljormu beinleiðis reytt fyri at siga eitthvørt niðrandi við linjuverjan og so var greitt, at nú var gjørdist tað ein spurningur um at halda tað ið var. NSÍ kom nú at liggja longur afturi á vøllinum og dúvaði uppá kontraálop. Í 70. min. sendi Andras ein góðan bólt til Andrias, sum bleiv leysur til vinstru fyri málinum. Hann dróg einaferð og skeyt, men verjan blokkeraði til horna.

Í 78. min. bleiv ein toftamaður púra leysur í okkara málteigi eftir uppspæl í vinstru, men skotroyndin fór beint framvið. Í 87. min. spælir Andrias Klæmint leysan, men verjan kemur ímillum.

Síðstu longu løtuna var eitt áhaldandi trýst á okkara mál og toftamenn royndu seg við longum bóltum, men Pól Johannes og Helgi stóðu sera væl í miðverjuni og upplagdir málmøguleikar spurdust ikki burturúr.

Sum alt nú lagaði seg, kunnu vit vera nøgdir við eina stigið. Næsta vikuskifti vitjar FC Suðuroy við Løkin.

B68 – NSÍ 1 – 1 (0 – 0)
55’ 1 – 0 Chr. H. Jacobsen
58’ 1 – 1 Klæmint A. Olsen

Liðið hesaferð: Kristian, Jens, Helgi, Pól Johannes, Viljormur, Monrad (’39 Andrias), Óli (’81 Debes), Árni (’71 Pál), Andras, Jann Martin og Klæmint

Líknandi tíðindi