U-17 landsliðið 2-0 tap fyri Norra 1

Í dag var aftur dystur á skránni. Norra, ið er verttjóð, hevur tvey lið við í kappingini, og tað var í móti Norra 1 okkara dreingir skuldu spæla.

Undan dystinum vóru vónirnar ikki so galnar, tí vit høvdu spælt ein fínan dyst móti Englandi í gjár, og vit sóu aftur í dag ein super innsats frá dreingjunum, sum tískil væl kunnu ganga við røttum ryggi í kvøld, hóast teir taptu 2-0. Smá mistøk frá okkum og skjót umstilling hjá Norra avgjørdu dystin um miðan fyrra hálvleik.

Fyrri hálvleikur byrjaði næstan for gott fyri okkara viðkomandi. Vit løgdu út sum eitt ódnarveður, og ferð aftaná ferð trektu Ari og Heri upp gjøgnum síðurnar hjá Norra og tað hevði ikki verið nakað skeivt í um vit hesa løtuna fingu okkurt mál.

Ari visti nokk ikki hvussu fríur hann var og Meinhard og Bartal vóru eisini um reppið at fáa stýrt bóltin í kassan, men altíð var ein fótur inni á strikuni og fekk lossa bóltin vekk áðrenn hann fór í mál. Ein dreyma byrjan uppá dystin.

Men so vaknaðu norðmenninir. Við skjótum og beinraknum skjótálopi, spældu teir síðurnar hjá okkum um koll, og í tveimum førum endaðu hesir túrar upp gjøgnum síðurnar við at Norra kom aftur á baklinjuna og sendu hørð fløt innlegg, sum teirra áleypari kom rennandi í, og stýrdi bóltin í málið.

Keðiligt tá føroyingarnir høvdu havt alt spælið fram til fyrsta málið.

Eftir smávegis justeringar á føroyska liðnum fóru menn tendraðir inn til seinna hálvleik. Nærdystirnir á miðjuni og frammanfyri miðjuna vóru í nógv størri mun vunnir, og vit kláraðu at halda uppá bóltin í størri mun og harvið spæla bólt.

Meinhard, ið var fremsti maður á liðnum í dag, vann nógvar luftbóltar og tá hann fekk bóltin á føturnar, so var altíð upptrekk til álopsstøður til Føroyar.

Sama gjørdi seg galdandi tá hornaspark var til Føroyar. Sera sterki og høvuðsterki Bartal var ein støðug hóttan móti norska málinum tá Føroyar áttu horna, og fleiri fer var um reppið at vit sluppu at jubla yvir mál, men inn vildi bólturin ikki.

Vit sum sóu dystin frá síðulinjuni mettu heilt vist at Føroyar ikki vóru nakað sum helst aftanfyri norðmenninar, men at tann síðsti neyvleikin og tolni manglar.

Smáir feilir í altjóða dystum vera revsaðir ekstremt hart, og tískil fingu norðmenninir tvey mál.

Sigast skal tó eisini at Karstin, ið málinum hevði okkurt at gera, og tað einu ferðina sóu vit bóltin inni, men tá var hann sum ein køttur og fekk jústa bóltin upp um.

Í morgin, mikudagin, er frídagur, so tá verður tað nokk til ein túr at vitja støð í býnum og annars at brúka nakrar krónur.

Dreingirnir eru sera troyttir nú annar dysturin í tveir dagar er spældur, og tískil kemur pausan í morgin sera væl við hjá teimum.

Hósdagin spæla vit móti Finnlandi.

Teir ið leiktu inni fyri Føroyar í dag: Karstin Hansen – Hilmar Leon Jacobsen (75. min Pól Fláaberg), Bartal Wardum, Høgni E. Nielsen, Jóhan Waag Høgnesen (75. min Levi Jøkladal) – Ari Krosslá Poulsen (40. min Jan á Høgaryggi), Betuel Hansen, Rói Olsen, Petur Knudsen (75. min Andrias Poulsen), Heri Mohr (40. min Teit Jacobsen) – Meinhard E. Olsen (70. min Jákup L. Thomsen)

Dystarfrásøgn: Johnny Lamhauge

Líknandi tíðindi