Petur Knudsen og Jannik Olsen úttiknir til U-17 landsliðið

Tveir av okkara ungu og sera evnaríku leikarum eru úttiknir til føroyska landsliðið.

Talan er um 15 ára gomlu leikararnar Petur Knudsen og Jannik Olsen.

Petur hevur spælt við U-15 landsliðnum umframt at hann í fjør eisini umboðaði Føroyar á U-17 landsliðnum. Petur er eitt sera lovandi talent og tað verður ikki leingi til hann er fastur í Effohópinum um framgongdin sum hann vísir nú, heldur fram.

Jannik hevur verið á U-15 landsliðnum. Hann er ein leikari sum hevur framúr góðan tekniska førleiki og lítid er at ivast í at hann um ikki so leingi luktar til besta lið felagsins.

U-17 landsliðið fer at luttaka í eini mini kapping í Wales í hesum mánaðinum.

Í summar fer liðið at luttaka í NM kappingini fyri U-17 landslið sum hesuferð verður í Danmark.

Í oktober skal liðið luttaka í EM sum verður í Norður Írlandi í oktobur.

Hjartaliga tillukku við úttøkunum Petur og Jannik og góða eydnu.

Líknandi tíðindi