Dreingir U-14: NSÍa-KÍa 3-0

Útsetti dysturin hjá U14 dr frá 6. apríl, var leiktur í Runavík í kvøld

Tann regnaði fitt í kvøld, men tað passar betri til okkara núverandi vøll.

Tað var NSÍ sum stýrdi frá fyrsta til síðst bríksl, lat tað vera sagt beinanvegin.

NSí leikarnir spæla væl til tíðir, men tað knípir meira at umseta allar kjansirnar til mál.

NSÍ royndi seg við kombineringsspæli og langskotum, men onki hjálpti.

Vit fingu okkara fyrsta mál um miðjan fyrra hálvleik, vinstri bakkur Rani Lamhauge fór ein ordans solo túr, og tá hann nærkaðist málinum, smekkaði hann til og bólturin sat í kassanum, 1-0 til NSÍ.

Vit høvdu aðrar møguleikar, men skot frá Heðin, Sonna og Pætur fóru tíverri uttanfyri málrammuna.

KÍ liðið lá aftarliga á vøllinum og royndi seg við kontra, og teir fingu ein rímligan málmøguleika, men málverjin hjá okkum Petur Sjúrður Lamhauge bjargaði framúr við eini dubultbjarging.

Støðan í hálvleikinum var 1-0 til NSÍ

NSÍ helt á við at trýsta KÍ, og kanska serliga var tað í okkara høgru at Kári Hansen nakrar ferðir kom til baklinjuna, og legði upp til málmøguleikar.

Líkt var til at vit heldur ikki í dag skuldu fáa meir enn tað eina málið. Men tá vit høvdu spælt eina góða løtu í seinnra hálvleiki, breyt Mórits Heini Mortensen ígjøgnum í vinstru síðu, og sendi bóltin hart flatt innfyri málið, har Sonni Mikkelsen kundi seta innarsíðuna á, og so var 2-0 til okkum.

Sigast má at hetta málið kom væl við, tí tað hevði staðið nógv á mamminum og ikki minst abbinum sum í regninum vóru komnir at hyggja.

Tá góðir 25 min vóru spældir punkteraðu vit KÍ og løgdu okkum á odda 3-0.

Uppspæl í høgru endaði við at Mórits Heini Mortensen gjørdist leysur mitt fyri, og hann sveik ikki álitið, og sendi bóltin í netið.

Eisini í seinnra hálvleiki kundi KÍ fingið eitt mál móti endanum, men aftur hesaferð stórbjargaði Petur Sjúrður Lamhauge

2 X KÍ

Vit skulu á eystanstevnu møta KÍ í semifinalu í steypakappingini. Dysturin verður í Runavík. Og vikuskiftið aftaná møtast vit so aftur í Klaksvík.

Vit liggja enn væl við í landskappingini, og vit mangla enn onkrar útsettar dystir.

Koyr á NSÍ

Teir sum mannaðu liðið
Petur Sjúrður Lamhauge, Benjamin Knudsen, Mórtis Heini Mortensen, Rani Lamhauge, Kári Hansen, Heðin Nielsen, Pætur Hentze, Aron Knudsen, Sonni Mikkelsen, Birgir Knudsen, Elmar Jacobsen, Meinhard Johansen, Dávid á Roykheyggi

Nsía – Kía. 3-0. (1-0)
1-0. Rani Lamhauge
2-0. Sonni Mikkelsen
3-0. Mórits Heini Mortensen

Dystarfrásøgn:  Trygvi Mortensen

 

 

Líknandi tíðindi