Fjepparin: Magnus Rasmussen

Fjepparin hesa ferð er borgarstjórin, Magnus Rasmussen. Hann hugleiðir um góðan undirhaldandi álopsfótbólt í NSÍ, Eyðun Gaardbo og Sjúrð Jacobsen og var áleypari sum yngri, hóast hann kanska ikki er so áleypandi í dag.

Navn og aldur?
Magnus Rasmussen, 49 ár

Hevur tú fast pláss, tá tú ert til dyst við Løkin, og um so hvar?
Ja, rættiliga fast. Standi uml. 20 m sunnanfyri kioskina.

Spældi tú sjálvur, og hvar á vøllinum?
Ja, eg spældi nógv til og við í dreingjadeildini. Spældi sum áleypari.

Hvussu kom áhugin fyri fótbólti?
Frá smádreingi av sparkaðu vit nógv bólt í bønum í Lamba, so har kom áhugin.

Yndisleikari hjá NSÍ nú og/ella fyrr?
Eingin ivi – javnaldurin Eyðun Gaardbo var í serflokki, tann tíð tað var. Eyðun hevði allar góðar eginleikar – bæði leikligar og menniskjansligar – sum skulu til hjá einum góðum fótbóltsleikara. Seinnu árini hevur mær dámt sera væl Sjúrð Jacobsen, og hann vísir sínar góðu eginleikar enn, hóast hann er farin at eldast sum fótbóltsleikari. Av teimum heilt ungu dámar mær heilt væl Árna Frederiksberg.

Størsta løtan sum NSÍ-fjeppari?
Í Klaksvík, tá vit vunnu Føroyameistaraskaðið í 2007 – tað var ein fantastisk løta!

Størsta styrkin hjá NSÍ?
NSÍ hevur altíð spælt góðan, undirhaldandi og álopssinnaðan fótbólt, og í ár er einki undantak. Sjálvt um tað ikki hevur gingið heilt eftir vild í ár, so hava teir ungu veruliga víst, at teir ynskja at halda á við eyðkenda NSÍ spælinum. So hava vit eisini ein sera evnaríkan og góðan málmann.

Leygarkvøldið møta vit KÍ í Eystanstevnudystinum við Løkin. Hvussu vildi tú lýst KÍ sum mótstøðulið?
Havi ikki sæð KÍ í ár, men vanliga kempa teir væl, og tað vænti eg heilt avgjørt, teir fara at gera leygarkvøldið. Eisini veit eg, at KÍ hevur leikarar, sum kunnu avgera ein dyst sjálvir, so vit mugu sanniliga ansa eftir og ikki á nakran hátt undirmeta KÍ liðið.

Hvat væntar tú, úrslitið verður leygarkvøldið?
Vænti, at vit vinna tepurt. 2-1 kanska!

Líknandi tíðindi