Gentur U-10 og gentur U-12 venja somu tíð
Frá komandi viku venja gentur U-10 og gentur U-12 somu tíð. Vant verður týsdag og hósdag kl 15.00. Venjari er Tummas Eivind Hansen fartelefon 27 02 07.
Ungdómsnevndin hjá NSÌ
NSÍ tekur í dag ímóti Vikingi við Løkin, og er dysturin ein sann finala um at tryggja sær Evropa luttøku í 2020. NSÍ er í løtuni 6 stig frammanfyri Víking, og við einum sigri í dag, so kann NSÍ so gott sum tryggja sær 3 plássi í Betri deildini. Hinvegin má Víkingur vinna dystin um…
Føroyska U-15 landsliðið luttekur í hesum døgum í Brøndby Cup í Danmark. Føroyingarnir luttaka í úrvalskappingini (elitecup). Hetta er ein sera sterk kapping tí talan er um leikarar sum koma at mynda sterku donsku feløgini og landsliðini í framtíðini. Í innleiðandi umfarinum er Føroyar í bólki við Vejle, AB og Lyngby. Fyrsti dysturin hjá liðnum…
Her eru nøkur hæddarpunkt frá stóra finaludegnum. https://l.facebook.com/l.php?u=https%3A%2F%2Fvimeo.com%2F231468126&h=ATMA_9y9s2SdLp4LqMy4tcGx-h0-EsBG0iKgPJLpORP0yUuBnu6t3SxPQXLDw-0RH_SlUH5hmNspW5AcwMkSGDZxR3R_Xmw8eKblH98FwP0s2Non6BL_6h6kH9zlb1A1hoL8SciigA
Hóskvøldið 5. mai var stórfingna finalan í spurnarkappingini “Av Skipanesi til Æðuvíkar” í Løksvøll. Vælupplagdu vertirnir, Jonhard og John, førdu okkum við góðari hjálp frá einin rúgvu av trúgvum NSÍ’arum ígjøgnum eitt sera stuttligt og ikki minst spennandi kvøld. Fyrst vóru semifinalurnar á skránni. Í fyrru seminfinaluni dystaðust Saltangará (Jónsvein Knudsen, Kári P. Højgaard) og…
Fleiri av eldru liðunum eru byrjað at venja. Nú byrja 3. deild, U10-dreingir og U8-dreingir eisini at venja. 3. deild byrjar at venja hósdagin 12. mars kl. 21.00. U10-dreingir byrja at venja fríggjadagin 14. mars kl. 17.00. U8-dreingir byrja at venja mikudagin 18. mars kl. 16.00. Allar venjingartíðirnar hjá NSÍ verða kunngjørdar seinni.
Sunnudagin komandi kl 12.00 verður áhugaverdur venjingardystur við Løkin millum okkara unglingar (dreingir U-18) og føroyska U-17 landsliðið. U-17 landsliðið skal leika í NM 5-12 august í Føroyum og í EM í Eysturíki í oktober. Londini sum luttaka í NM í Føroyum telja so mætar fótbóltsjóðir sum Ongland, Danmark, Svøriki, Norra, Ísland og Finnland. Føroyska…