3-1 tap við Margáir í venjingardysti

NSÍ og EB/Streymur leiktu venjingardyst við Margáir í gjár. Dysturin var ógvuliga opin við nógvum málmøguleikum. Endaliga úrslitið gjørdist 3-1 til EB/Streym, eftir at NSÍ førdi 1-0 í hálvleikinum við máli, sum Klæmint Olsen skjeyt uppá brotsspark. EB/Streymur skoraði 3 mál í seinna hálvleiki, meðan NSÍ meiri stríddist við at trýstroyna træverkið við Margáir.

Sum í hinum venjingardystunum valdi Kári at nýta nógvar ymiskar leikarar. Hjá okkum byrjaðu hesir inni: Kristian Joensen, Monrad Holm Jacobsen, Justinus Tróndargjógv, Jens Joensen, Sjúrður Jacobsen, Debes Danielsen, Jann Martin Mortensen, Ari Ó. Ellingsgaard, Magnus H. Olsen, Klæmint A. Olsen og Andrias á Líknargøtu. Í seinna hálvleiki fingu vit hesar á vøllin eisini: András Gángó, Óli Hansen, Andras Frederiksberg, Bárður Midjord og  Jákup Andrias Gaardbo. Árni Frederiksberg og Helgi L. Petersen vóru burturstæddir.

Niðanfyri eru nakrar kykmyndir frá dystinum.

Líknandi tíðindi