Úr skotgrøvini: Gunvá við Keldu, KÍ

Í samband við Eystanstevnudystin leygardagin, har vit møta KÍ við Løkin, er Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík, í skotgrøvini. Hon hugleiðir um sterku bláu kenslurnar hjá útisetum, stjørnuna Jógvan Linklett og væntar sum vera man, at KÍ vinnur.

Navn og aldur?
Gunvá við Keldu, 45 ár

Hevur tú sjálv spælt fótbólt, og um so hvar á vøllinum?
Eg havi spælt flogbólt, svomið, gjørt fimleik og spælt badminton, men ongantíð spælt fótbólt

Tín yndisleikari hjá KÍ? – nú og/ella fyrr
Pætur beiggi mín og vinmenn hansara spældu nógv bólt, tá ið vit vóru børn. Teir vildu sum oftast vera Jógvan Linklett, so hann minnist eg best sum barn og heilt ung. Av teimum, sum eru tætt við mín aldur, minnist eg væl Beinur Poulsen. Annars hava vit ígjøgnum tíðina havt ógvuliga nógv talentir, sum bæði hava ríkað onnur feløg í Føroyum og útheimin. Seinnu árini hava tað verið t.d. Todi, Jákup, Kurt og Allan. Eg fylgi væl við, hvussu gongur KÍ, og mær dámar ógvuliga væl, tá ið teir vinna, men so harfrá at útnevna yndisleikara røkkur mín kunnleiki ov stutt!

Størsta løtan við KÍ?
Í 1991 tá ið KÍ gjørdist Føroyameistari. Eg var farin út í heim at fjakka, og sat á einum YMCA í Singapore og ígjøgnum telefonina upplivdi eg teir seinastu minuttirnar. Tað var øgiliga spennandi og kensluborið. Minnist eisini væl 1999, tá ið KÍ vann The Double, gjørdust bæði steypavinnarar og Føroyameistarar, tá búði eg í Keypmannahavn, og vit vóru fleiri har sum fylgdu við. Hesi minni siga mær, at kenslurnar nokk eru sterkari, tá ið man ikki er heima og mitt í rokinum!

Leygardagin spæla KÍ og NSÍ. Lýs NSÍ stutt.
Eg havi ov lítið innlit í fótbóltin til at lýsa NSÍ. Sum eg skilji hava teir verið nakað óstøðugir í ár, so eg vóni at teir taka ein óstøðugan dyst afturat 🙂

Hvørjir verða mest eyðsýndu leikararnir hjá liðunum báðum leygarkvøldið?
Har røkkur mín kunnleiki til fótbóltin ov stutt.

Hvat væntar tú, at úrslitið verður leygarkvøldið?
Eg vænti at KÍ vinnur 2-1, men so skulu teir eisini hava ein betri dag enn síðsta dyst ímóti HB.

Líknandi tíðindi