|

Løgmansteypið, HB-NSÍ mikudagin kl 16.30

Mikudagin kl 16.30 skal NSÍ spæla ímóti HB í Gundadali. Hettar er fyrsti dystur í kappingini um at vinna seg víðari í kappingini um Løgmanssteypið.

 

Tað hevur týdning at vit øll fara suður at stuðla okkara monnum mikudagin, her er hvør dystur ein finala. So vit vóna at NSÍ viðhaldsfólkini møta fjølment upp í Gundadali, og stuðla okkara monnum. Stuðulin uttanfyri vøllin hevur alt at siga, og hann kann verða við til at vinna dystin á vøllinum. Vit mugu minnast til at vit eru ØLL NSÍ, og vit eru liðið uttanfyri vøllin. So kom suður í Gundadal mikudagin kl 16.30, og stuðla NSÍ!

 

VIT ERU NSÍ, OG SAMAN STANDA VIT STERK!

 

KOYR Á NSÍ!

 

Líknandi tíðindi